placeholder
Fótbóltur

Video: Heilsufótbóltur í Hoyvík

- Seinasta árið eru vit vorðin fleiri og fleiri, sigur Ragnar Mouritsen, ið leggur dent á tað sosiala, ið heilsufótbólturin gevur, umframt góða møguleikan at koma út og røra seg og spæla fótbólt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-07-01 19:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fýra kvøld um vikuna skipar FC Hoyvík fyri Heilsufótbólti á Hoyvíksvøllinum. Mánakvøld og mikukvøld er tað serliga ætlað monnum, og týskvøld og hóskvøld eiga kvinnurnar vøllin.

Ein av luttakarunum er Ragnar Mouritsen, og hann letur sera væl at átakinum.

- Umframt at renna og sparka eitt sindur, so hevur tað sosiala eisini nógv at siga

FSF Varpið hitti Ragnar eitt kvøldið í juni mánað, og sum tað sæst á myndunum, so hevur Heilsufótbólturin í Hoyvík góða undirtøku. Men tað er pláss fyri fleiri, og øll eru vælkomin.

Afturat FC Hoyvík, eru fyribils seks onnur feløg – AB, B71, EB/Streymur, FC Suðuroy, ÍF og TB, ið skipa fyri regluligum Heilsufótbólti hvørja viku. Og í Vestmanna skipar kommunan fyri Heilsufótbólti í skúlagarðinum týskvøld og hóskvøld klokkan 19:00.

Nærri kunning um stað, tíðir og samskiparar sæst her

Fótbóltssamband Føroya - FSF Varpið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder