Video: Spennandi tíð í føroyskum hondbólti

(38 min) Saman við Mark Lausen-Marcher og Juliani Johansen viðgjørdu vit FM-stríðini, A-landsliðini og U21-landsliðið, ið teir skulu til Týsklands við í summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-22 13:19 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Tað er greitt, at VÍF og H71 skulu spæla FM-finalur hjá monnum í mai, og tá vikuskiftið er av, so kunnu finaluliðini hjá kvinnum verða funnin. H71 og Stjørnan spæla í Hoyvík seinnapartin, og í morgin er aftur grannauppgerð í Høllini á Hálsi. Tveir hálvfinalusigrar skulu til fyri at spæla seg í finalurnar

Leygardagin 22.04 - hálvfinala 2
14.30: H71 (1) - Stjørnan (0)

Sí eisini: 
Simon Olsen: - Vit vilja sjálvandi avgera tað í dag
Annika Ljósstein: Noyðast at møta teimum hægri og standa tættari

Neistin skal finna nøkur onnur ting fram sunnudagin

Sunnudagin 23.04 - hálvfinala 2
15.00: Kyndil (1) - Neistin (0)

Gestir okkara á Portalinum í gjár viðgjørdu støðuna hjá kvinnum og hugdu eisini fram ímóti mansfinalunum, ið kunnu gerast sera spennandi. 

Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssambandinum, er eisini fyribils venjari hjá kvinnulandsliðnum og setti hann stutt orð á lutakastið til EM-undankappingina, sum var hósdagin. Føroyar komu í bólk saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg, og er talan samanlagt um heilt gott lutakast. Ítróttarstjórin tosaði eisini um støðuna í føroyskum kvinnuhondbólti sum heild.

Les eisini: Fleiri norðurlendskar uppgerðir í okkara bólki

Menninir hava stóra viku fyri framman - tað kann gerast tann størsta nakrantíð. Julian og Mark tosaðu serliga um møguleikarnar móti Ukraina, sum vitjar í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Tað verður fullsett har, og tað er neyðugt hjá Føroyum at vinna dystin. Spælararnir kunnu gott handfara trýstið, eru royndu venjararnir samdir í.

Teir kenna fleiri av spælarunum frá 02-árganginum, ið Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava havt ábyrgd av í nógv ár. Teir skulu til HM-endaspæl í Týsklandi fyri U21-landsliðið í seinnu hálvu av juni. Venjararnir siga eitt sindur um fyrireikingarnar, hvussu spælararnir eru fyri, hvørjar avbjóðingar og hvørjir fyrimunir eru, og hvørjar vónir eru fyri stóru kappingina.

Sí video ovast í greinini. Til ber longu nú at síggja summi av evnunum verða umrødd í videobrotum fyri seg - sí leinkjur niðanfyri: 
Ítróttastjórin: - Ítróttarligt og figgjarligt gott lutakast hjá kvinnunum
 Neistin skal finna nøkur onnur ting fram sunnudagin

Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder