H71-venjarin, danin Benjamin Rømer Christiansen, gjørdist pápi í gjár, og sat á føðideildini á Landssjúkrahúsinum tá lið hansara tapti tepurt 29-27 fyri kekkiska Slavia Praha leygarkvøldið.
Men í kvøld var hann við aftur á síðulinjuni, og tað gekk avbera væl. H71-kvinnurnar megnaðu at vinna 29-24 og eru harvið víðari til áttandapartsfinaluna í European Cup.
Hann gevur millum annað hjálparvenjaranum stórt rós fyri fyrireikingararbeiði millum dystirnar, ið gav úrslit
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald