Hann er í stóran mun vaksin uppvaksin í Norðagøtu og eisini í GÍ og síðani Víkingi. Nú 23-ára gamli Geza David Turi hevur ungarsk foreldur men hevur búð í Føroyum allarstørsta partin av sínum lívi.
Síðst í 2024 kom passið, sum ger Geza tøkan til føroyska landsliðið, endaliga uppá pláss. Við tí vaks møguleikin eisini fyri, at hann fór at skifta úr føroyskum fótbólti ógvuliga nógv.
- Fyri stuttari tíð síðani kundu vit gleðast um, at Geza endiliga var blivin føroyingur á pappírunum. Ein stórur dagur, men samstundis løtan, har vit vistu, at nú var møguleiki hjá Geza at royna seg úti í heimi, og tað gekk ikki leingi, so vóru boð eftir honum.
Soleiðis skrivaði Víkingur á Facebook-siðu sínari í gjárkvøldið, tá felagið beyð Geza farvæl á hesum sinni.
Ein fegin Geza Divid Turi uttanfyri húsini í Norðagøtu 19. desember 2024, tá hann endaliga varð føroyingur á pappírinum
Sí eisini: Geza kann spæla fyri Føroyar í mars
Grimsby Town hevur keypt evnaríka miðvallarin frá føroyameistarunum, og hevur framtíðari føroyski landsliðsspælarin skrivað undir tvey og eitt hálvt ára sáttmála við felagið í fjórðbestu ensku deildini.
Les meira: Geza kunngjørdur í Grimsby
Eftir sín seinasta dysti fyri Víking fyribils fekk Geza David Turi gullheiðursmerki og slapp at lyfta FM-steypið í Sarpugerði (Mynd: Egin Tollaksson Kass/Víkingur)
Undir yvirskriftini "Geza til Grimsby" skrivar Víkingur soleiðis á Facebook-síðu sínari í sambandi við skifti:
Fyrst í gulu, og so ljósabláu troyggjuni. Har tað alt byrjaði.
Fyri stuttari tíð síðani kundu vit gleðast um, at Geza endiliga var blivin føroyingur á pappírunum. Ein stórur dagur, men samstundis løtan, har vit vistu, at nú var møguleiki hjá Geza at royna seg úti í heimi, og tað gekk ikki leingi, so vóru boð eftir honum.
Vit kunnu nú kunngerða, at øll viðurskifti eru komin uppá pláss, og at Víkingur hevur selt Géza Dávid Turi til Grimsby Town FC í Onglandi.
- Takk fyri meg Eg vil fegin takka øllum rundan um Víking; venjarum, liðfeløgum, áskoðarum og øllum øðrum, ið eru partur av Víkingi. Tað verður saknur í tykkum - GÉZA #15
Tað er við blandaðum kenslum at vit siga lítla Geza farvæl, men sum felag eru vit stolt av at selja enn ein leikara til útlandið.
Vit takka Geza fyri tíðina og ynskja honum allarbestu eydnu í Onglandi. Eisini vænta vit at hann veit, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, skuldi hann vent heim aftur at spælt einaferð.
Geza eftir eitt av sínum málum - móti HB - tíðliga í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald