2-1 á Gibraltar og samanlagt 3-1. Víkingur hevur vunnið seg víðari í Conference League við sigri yvir tveir dystir móti Europa FC úr Gibraltar.
Seinni dysturin er júst liðugur, og endaði 2-1 til Víking. Tað var ongantíð nakar ivi, og við tveimum málum í fyrra hálvleiki var tað Sølvi Vatnhamar sum tryggjaði felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík víðari luttøku.
Turri vøllurin í teimum 25 hitastigunum tóktiskt at ávirka spælið, og í 73. minutti minkaði heimaligi um munin, men tað komu ikki fleiri mál.
Í næsta umfari møtir Víkingur Cliftonville úr Norðurírlandi ella Dun. Streda úr Slovakia.
Europa FC - Víkingur 1-2 (0-2)
19’ Sølvi Vatnhamar 0-1
45’ Sølvi Vatnhamar 0-2
73’ Sergio Sanchez 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald