Fótbóltur

Vinna hvørja ferð móti Liktinstein

Higartil hevur verið talan um fimm venjingardystir og fimm sigrar til Føroyar við málúrttøkuni 11-3, og slíkt er sum so púra óvanligt fyri føroyska liðið. Føroyska liðið er eisini á pappírinum stórfavorittur til dystin í kvøld.

Tað er bert Malta, ið hevur tapt fleiri ferðir móti okkara A-landsliðið hjá monnum. Brandur Hendriksson hevur skorað í báðum dystunum, ið skálvíkingurin hevur spælt ímóti Liktinstein (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er bert Malta, ið hevur tapt fleiri ferðir móti okkara A-landsliðið hjá monnum. Brandur Hendriksson hevur skorað í báðum dystunum, ið skálvíkingurin hevur spælt ímóti Liktinstein (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-07 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liktinstein er eitt fúrstadømi, ið liggur á markinum millum Eysturríki og Sveis. Málið er týkst, og fólkatalið er beint undir tey 40.000. Fótbóltssiðvenjan er ikki sterk. Eingin landskapping er, og besta liðið við heimstaðið í landinum, FC Vaduz, spælur í næstbestu sveisisku deildini. Liðið luttekur regluliga í evropeiskum fótbólti, Europa League, sum vinnari av steypakappingini í Liktinstein.

Landsliðið er nummar 186 á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nummar 113.  Leikararnir hjá Liktinstein spæla fyri tað mesta í lægru sveisisku deildunum, onkur einstakur, so sum Yanik Frick, ið er sonur toppskjúttan í søguni hjá Liktinstein, Mario Frick, roynir seg í týskum fótbólti (Energie Cottbus í fjórðbestu deildini). Yngri beiggin, Noah, spælir við Neuchatel Xamax í næstbestu deildini í Sveis.  

[object Object]
Mario Frick spældi 125 landsdystir fyri Liktinstein og leikti millum annað í Serie A og bestu sveisisku deildini. Nú er hann venjari hjá Vaduz, og synir hansara fara í kvøld at spæla á Tórsvølli, har Mario skoraði í 2002 

Í 2020 spældi Liktinstein bert ímóti øðrum smátjóðum og endaði nummar tvey í Nations League-bólki sínum. Teir báðir fyrstu dystirnar, tíðliga á heysti, endaðu við sigri, men nú hevur Liktinstein ikki vunnið í átta dystum á rað:

2020 hjá Liktinstein:

San Marino 2-0 (Nations League)
Luksemborg 2-1 (Venjingardystur)
Gibraltar 0-1 (Nations League)
San Marino 0-0 (Nations League)
Malta 0-3 (Venjingardystur)
Gibraltar 1-1 (Nations League)

Í undankappingrdystunum í mars tapti Liktinstein millum annað 4-1 fyri Íslandi á heimavølli. Hósdagin var liðið fyri 7-0 tapi fyri nábúgvanum Sveis, ið fyrireikar seg til EM-endaspælið. Harvið kemur liðið hjá Martin Stocklasa ikki til Føroyar við stórum sjálvsáliti.

Fimm útav fimm - kunnu koma ájavnt við Malta
Um hugt verður eftir tí søguliga, so er einki ið bendir á, at Liktinstein fer at venda gongdini í kvøld. Liktinstein hevur ivasama heiðurin at vera einasta landið, ið Føroyar hvørjaferð hevur vunnið á, útyvir San Marino. Higartil hevur verið talan um fimm venjingardystir móti Liktinstein og fimm sigrar til Føroyar við málúrttøkuni 11-3.

San Marino og Føroyar hava bert spælt tvær ferðir móti hvørjum øðrum, og tað var í 1995. Føroyar vunnu samanlagt 6-1.

Uni Arge avgjørdi teir báðar fyrstu dystirnar móti Liktinstein. Føroyar og Liktinstein spældu tvær ferðir í 2002 - seinnu ferð á Tórsvølli har Mario Frick legði útiliðið á odda. Føroyar svaraðu tó aftur í seinna hálvleiki.

Liðini hava hittst í Marbella tvær ferðir seinastu árini, tá Lars Olsen stóð á odda fyri føroyska liðnum. Eins og í dystinum á Tórsvølli skoraði Føroyar tríggjar ferðir - fyrru ferð kom liðið í trupulleikar móti endanum. Brandur Hendriksson skoraði í báðum dystunum í Marbella.

Sølvi Vatnhamar, sum í kvøld spælir sín landsdyst nummar 50, skoraði sítt higartil einasta landsliðsmál í dystinum í 2016.

Dystir móti Liktinstein (Árstal, stað)

2000, Vaduz (Liktinstein) 1-0: 
71'Uni Arge 1-0

2002, Peyia (Kýpros) 1-0
23' Uni Arge 1-0

2002, Tórsvøllur 3-1:
 
40' Mario Frick 0-1
60' Christian Høgni Jacobsen 1-1
71' Fróði Benjaminsen 2-1
82' Julian Johnsson 3-1

2016, Marbella (Spania) 3-2
6' Brandur Hendriksson Olsen 1-0
44' Jóan Símun Edmundsson 2-0
58' Sølvi Vatnhamar 3-0
74' Robin Gubsen 3-1
93' Sandro Wolfinger 3-2

2018, Marbella (Spania) 3-0
11' Kaj Leo í Bartalsstovu 1-0
80' Brandur Hendriksson Olsen 2-0
85' Sonni Ragnar Nattestad 3-0

Sí eisini: 
Sølvi og Viljormur kunnu koma upp á hálvthundrað landsdystir
Sølvi: Ein heiður hvørjaferð at umboða landsliðið

Higartil er Malta tað landið, ið Føroyar hava vunnið oftast á - seks ferðir í tíggju dystum. Í kvøld fer liðið hjá Håkani Ericson at royna at verða meira vandamikið á seinasta triðinginum og syrgja fyri at sætti sigurin í eins nógvum innahýsis dystum við Liktinstein koma uppá pláss.

Nógv av tí, sum er skrivað omanfyri, peikar tann vegin, at føroyingar fara at vinna í kvøld, og sambært veddingarfyritøkunum er heimaliðið greiður favorittur. Um hugt verður eftir teimum flestu av teimum stóru veddingarfyritøkunum, so gevur ein heimasigur bara peningin millum 1,30 og 1,40 aftur. Javnleikur liggur beint undir fimm, og ein sigur er hjá til dømis Bet365 og Betfair gevur peningin ellivu ferðir aftur.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 19.45.

Tøl: FSF og faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder