Fótbóltur

Sølvi og Viljormur kunnu koma upp á hálvthundrað landsdystir í kvøld

Tað er sannlíkt, at 35-ára gamli leirvíkingurin og 29-ára gamli bakkurin úr Saltangará fáa laga hendan varðan móti Liktinstein. Hetta er ógvuliga stórt, segði Viljormur Davidsen á tíðindafundinum í gjár.

- Eri sera errin yvir hvønn dyst, sum eg havi spælt fyri landsliðið, og eg uppnáa meira (Mynd: Sverri Egholm)

- Eri sera errin yvir hvønn dyst, sum eg havi spælt fyri landsliðið, og eg uppnáa meira (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-07 08:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

50 landsdystir fyri føroyska A-landsliðið við monnum er nakað serligt. Talið hálvthundrað merkir nakað í hesum høpi, og um hugt verður tølunum, so hava 17 av teimum 169 leikarunum, ið hava spælt fyri Føroyar síðani altjóða limaskapurin kom í hús í 1988, spælt 50 ella fleiri dystir. Hetta svarar til tíggju prosent av leikarunum.

Talið av leikarum við hálvthundrað skrásettum landsdystum kemur helst upp á nítjan í kvøld. Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen hava báðir, sambært tølunum hjá Fótbóltssambandi Føroya, spælt 49 skrásettar dystir fyri Føroyar á A-landsliðsstøði.

- Tað er ógvuliga stórt at hava møguleikan at spæla dyst nummar 50, og eg eri sera errin yvir allar dystirnar, ið eg havi spælt fyri landsliðið og fyri hvørja ferð ein venjari hevur úttikið meg.

Soleiðis segði Viljormur í Heiðunum Davidsen, tá Portalurin á tíðindafundinum í gjár spurdi hann um tað, at hann nú hevur dyst nummar 50 fyri framman. Tað at Vejle-bakkurin var við á tíðindafundinum er eitt greitt tekin um, at hann fer at spæla í kvøld, og hetta var møguliga eisini gjørt í samband við, at Viljormur hevur ein serliga dyst á skránni.

Stinni vinstri bakkurin segði eisini í gjár, at hann hevur havt nógvar stórar løtur við landsliðnum og vil uppnáa meira undir nýggja venjaratoyminum, ið hann er ógvuliga glaður at spæla undir.

[object Object]
Viljormur Davidsen hevur her skorað sítt einasta landsliðsmál - við brotssparki í Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Sølvi Vatnhamar var í seinna helmingini av tjúgunum, tá hann fyri fyrstu ferð spældi á A-landsliðnum. 35-ára gamli miðvallarin sæst her til venjing í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Teir hava tað til felags, at teir higartil hava skorað eitt mál - Sølvi í venjingardysti móti júst Liktinstein. Viljorur og Sølvi byrjaðu næstan í senn. Viljormur Davidsen var 22-ára gamal, tá hann spældi allar 90 minuttirnar í venjingardysti á Laugardalsvölluinum í Reykjavík 14. august 2013, har Føroyar taptu 1-0. Tríggjar mánaðir seinni spældi tá 27-ára gamli Sølvi Vatnhamar tjúgu minuttir í 3-2 tapinum á Malta - tað var 3-0, tá leirvíkingurin kom inn. Báðir gjørdust fastir á heysti í 2014 og hava fyri tað allarmesta verið fastir síðani.

- Um tú í 2014 hevði sagt, at eg fór at spæla 50 landsdystir, so hevði eg nokk ikki trúð tíð. Eg kom inn, beit meg fastan, og tað er æra og ein uppliving hvørjaferð eg spæli fyri landsliðið.

Soleiðis segði Sølvi Vatnhamar millum annað, tá hann tosaði við Portalin áðrenn venjing í gjár.

Hoyr alla samrøðuna her

Føroyar og Liktinstein hittast í venjingardysti á Tórsvølli í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45.

Sí eisini: 
Myndir: Vandu fram ímóti uppgerðini móti Liktinstein
Petur Knudsen: Landsliðið ein góð blanding av bygda-og havnarmonnum
Gera triggjar ella fýra broytingar í byrjanaruppstillingini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder