Fótbóltur

Wales trívist væl í EM-endaspølum

Stóru spælarnir komu í gongd, og walisar vóru omaná móti Turkalandi, ið tykist at hava lítið at bjóða uppá. 2-0 sigurin í Baku ger, at Wales allarhelst fer víðari til áttandapartsfinalurnar.

Gareth Bale brendi eitt brotsspark men legði upp til bæði málini hjá sínum liði

Gareth Bale brendi eitt brotsspark men legði upp til bæði málini hjá sínum liði

2021-06-16 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fimm árum síðani var Wales við til sítt fyrsta EM-endaspæl. Har kom lutfalsliga lítla landið allan vegin til hálvfinaluna - talan er um tað minsta landið, í mun til íbúgvaratal, ið hevur megnað tað. Á vegnum basti Wales millum annað Belgia.

Í byrjanardystinum í Baku var Sveis betra liðið samanlagt, men walisar stríddu seg til ein javnleik, og í kvøld var tað Wales, ið var omaná og vann fult uppiborið 2-0.

Turkaland varð mett at vera ein teimum spennandu liðunum í EM-endaspælunum, ið kundu bjóða nøkrum av teimum stóru eitt sindur av. Hetta hava trukar víst við millum annað frálíkum úrslitum í Fraklandi og Niðurlondum fyri ikki so langari tíð síðani. EM byrjaði illa, tá Turkaland varð spælt av vøllinum í Rom, og nú tá liðið var í einum lítlum favorittleikluti móti Wales í kvøld, megnaði Turkaland ikki at fáa neyðug stig í hús.

[object Object]Aaron Ramsey var ógvuliga eyðsýndur og skoraði í fyrra hálvleiki 

[object Object]Innskiftarnir 
Connor Roberts og Harry Wilson stórfegnast um 2-0 málið, ið punkteraði dystin (Myndir: EPA)

Walisar vóru meira vandamiklir frá byrjan í dag. Serliga Aaron Ramsey var ein hóttan, og hann hevði brent tveir stórar møguleikar, áðrenn tað eydnaðist í 42. minutti. Gareth Bale fann Ramsey, ið hevði runnið væl inn í brotsteignum, og einsamallir var hann ísakaldur við góðum tekniskum skoti.

Bale, ið var greitt meira eyðsýndur í dag, enn móti Sveis, fekk gyltan møguleika at økja, tá hann varð feldur beint innanfyri brotsteigarstrikuna. Skotið úr ellivu metru mfór tó langt uppum. Turkland royndi at trýsta, og tað var serliga uppá deyðbóltar, at  teir í reyum hótti ígjøgnum dystum. Tað eydnaðist tó ikki, og í 95. munutti økti Connor Roberts, eftir at Bale var farin til stroks í høgru við baklinjuna og hevði lagt útfrá.

Stór frøi á walisum, ið nú vita, at hóast teir tapa í Italia í vikuskiftinum, so fara teir helst víðari. Turkaland skal vinna á Sveis í seinasta umfarinum, men tað er ógvuliga óvist, um tað veðrur nóg mikið at koma víðari sum ein av trý'arunum.  

EM 16.06 
Bólkur A, 2. umfar

Wales - Turkland 2-0 (1-0)
42' Aaron Ramsey 1-0
95' Connor Roberts 2-0

20.00 (Rom): Italia - Sveis

Wales 4
Italia 3
Sveis 1
Turkaland 0

Bólkur B
Russland - Finnland 1-0 (1-0)
45' Aleksey Miranchuk 1-0

Les eisini: Vakurt mál frá Miranchuk nóg mikið hjá Russlandi

Í morgin (17.00): Danmark - Belgia

Belgia 3 stig 
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder