Kappróður

World Cup í Italia: Sverri í A-finaluni í dag

Sverri Sandberg Nielsen umboðar um vikuskiftið danska landsliðið í World Cup III í Sabaudia í Italia – A-finalan verður kl. 12.02.

Mynd: Danska landsliðið í rógving/Facebook

Mynd: Danska landsliðið í rógving/Facebook

2021-06-06 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ein góðan tíma fer føroyski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen at rógva í A-finaluni í World Cup III í Sabaudia í Italia.

Fríggjadagin vann hann innleiðandi umfarið, har hann kom á mál uml. fimm sekund áðrenn pólski Piotr Piominski, og í gjár vann hann eisini hálvfinaluna, har hann var 5,86 sekund frammanfyri italska Gennaro di Mauro.

Í A-finaluni skal Sverri m.a. kappast móti týska Oliver Zeidler og Kjetil Borch, sum hann mangan hevur kappast ímóti áður.

– Tað hevði ikki givið meining at komið til Sabaudia, um ikki Ollie (Oliver Zeidler, red.), og Kjetil vóru her, so vit avgjørdu allir eftir Luzern at fara herniður at fáa bestu fyrireikingarnar til OL, sigur hann, sambært Facebook-síðuni hjá danska landsliðnum í rógving.

Fyri tveimum vikum síðani kappaðust teir tríggir nevniliga í A-finaluni í World Cup II kappingini í Luzern í Sveis, og tá gjørdist Sverri nummar tvey, tá hann kom á mál tvey sekund eftir Oliver Zeidler.

A-finalan verður klokkan 12.02, og kann hon stroymast her.

Les eisini: Sverri vann silvur í Sveis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder