Hondbóltur

Russland tók stig frá týskarunum - yvirlit yvir 3. umfar

12 dystir hava verið í HM-endaspælinum í dag.

Russiskur fagnaður eftir javnleikin í München 
(Mynd: EPA)

Russiskur fagnaður eftir javnleikin í München (Mynd: EPA)

2019-01-14 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll 24 liðini í HM endaspælinum vóru á vøllinum í dag. Tólv dystir hava verið leiktir í Danmark og Týsklandi.

Seks lond hava framvegis fult stigatal, har ímillum tey skandinavisku londini. Danmark, Svøríki og Norra vunnu øll sannførandi í dag, og føroyski Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra ferðir fyri Danmark í Herning. 

Les eisini: 
Jóhan skeyt fýra mál í tryggum donskum sigri
- Ikki nøktandi fyri mítt viðkomandi
 

Ísland vann sannførandi í bólki B. Makedónia tapti fyri Kroatia, og tí livir vónin hjá íslendingum framvegis.

Les eisini: Ísland vann stórsigur 

Í bólki D stríðast fýra lið uttanfyri Evropa um 3. plássið, ið gevur atgongd til millumspælið. Bólkur A sær eisini spennandi út. Brasilia vann á Serbia, og týsku vertirnir mistu stig ímóti Russlandi. Hetta vóru russar sera fegnir um, men fyri Týskland, ið annars er byrjað væl, var hetta eitt vónbrot. Í annaðkvøld er stórdystur á skránni móti fronsku heimsmeistarunum.

Bólkur A: 
Frakland 6
Týskland 5
Russland 4
Brasila 2
Serbia 1
Korea 0

Serbia - Brasilia 22-24 (11-14)
Russland - Týskland 22-22 (10-12)
Frakland - Korea 34-23 (17-16)

Í morgin: 
14.30: Russland - Brasilia
17.00: Korea - Serbia
19.30: Týskland - Frakland

Bólkur B: 
Kroatia 6
Spania 6
Makedónia 4
Ísland 2
Japan 0
Bahrain 0

Ísland - Bahrain 36-18 (16-10)
Kroatia - Makedónia 31-22 (16-11)
Spania - Japan 26-22 (10-11)

Bólkur C:
Danmark 6
Norra 6
Eysturríki 2
Tunesia 2
Kili 2

Saudi Arabia 0

Tunesia - Kili 36-30 (18-15)
Norra - Eysturríki 34-24 (16-13) 
Danmark - Saudi Arabia 34-22 (17-11) 

Í morgin: 
15.15: Saudi Arabia - Tunesia
17.30: Norra - Kili
19.45: Eysturríki - Danmark

Bólkur D: 
Svøríki 6
Ungarn 5
Qatar 2
Egyptaland 2
Angola 2
Argentina 1

Ungarn - Qatar 32-26 (16-11)

Argentina - Egyptaland 20-22 (9-8)
Svøríki - Angola 37-19 (19-14) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder