Hondbóltur

Yvirlit: Málskjúttar á framúr fyrsta degnum hjá Føroyum í Svøríki

Føroysku U17-landsliðið hevur veruliga víst styrki til European Open í Göteborg, við at basa teimum á pappírinum sterkastu liðunum í bólki C. Føroyar eiga eisini deilda toppskjúttan í kappingini higartil.

(Elias Ellefsen á Skipagøtu skorar her eitt av sínum 22 málum í dag - Mynd: Harald Bjørgvin)

(Elias Ellefsen á Skipagøtu skorar her eitt av sínum 22 málum í dag - Mynd: Harald Bjørgvin)

2019-07-01 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð frammanundan mett, at føroyska U17-landsliðið við dreingjum ið fór til Göteborg var óvanliga evnaríkt. Ein greið ábending er, at nærum allir ganga á hondbóltsakademiium í Danmari. Tað vóru tó helst ikki nógv ið væntaðu, at ungu mennirnir fóru at knógva bæði Norra og Spania, sum liðið skuldi møta fyrsta dagin

Vit sóu fyri tveimum árum síðani eitt sera dugnaligt U21-landslið spæla í HM-endaspæli og gera tað sera væl. Nógvir av hesum monnum hava síðani veruliga gjørt vart við seg í A-landsliðshøpi, og um sæð verður burtur frá peningaligu avbjóðingini, ið er serliga stór í løtuni, so sær hondbóltsframtíðin í Føroyum - serliga á manssíðuni - sera bjørt út. 

U17-landsliðið, undir leiðslu av Julian Johansen og Mark Marcher, prógvaði hetta í dag. Tað var ikki bert ein sigur á Norra; tað var stórur munur á liðnum, tá Føroyar vunnu við tíggju málum. Dysturin ímóti Spania var væl javnari, men í 2. hálvleiki vóru føroyingar omaná og fóru avstað við teimum báðum stigunum. At vinna á tveimum so stórum hondbóltstjóðunum má metast sum bragd.

Talan hevur veirð um sterk liðavrik, men av útileikarunum er tað ikki óvæntað Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið hevur skarað framúr. Spaniólar ansaðu væl eftir bakspælaranum, men tað var líkamikið: Eins og ímóti Noregi skoraði hoyvíkingurin í Skanderborg 11 mál - fleiri av teimum vóru frálík. Hann er eftir fyrsta dagin deildur toppskjútti í kappingini við 22 málum.  

European Open - fyrsti dystur
Føroyar - Norra 32-22 (20-8)
Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Hákun West av Teigum 7
Pauli Mittún 4
Janus Dam Djurhuus 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 3
Sveinur Olafsson 2
Viktor Gaini 1

Les: 
Føroysku dreingirnir hølvaðu norðmenn av
Myndir frá dystinum

European Open, 2. dystur
Føroyar - Spania 31-27 (15-16)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 11
Viktor Gaini 6
Hákun West av Teigum 5
Pauli Mittún 5
Janus Dam Djurhuus 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
(Stórleikandi málvejrin Pauli Jacobsen hevði heilar 22 bjargingar í flotta sigrinum) 

Les:
Føroyar settu Spania uppá pláss

Í morgin klokkan 11.00 spæla Føroyar og Estland í triðja umfari í bólki C. Dysturin kann síggjast á ehftv, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder