Stóra steypafinaluvikuskifti hjá Hondbóltsambandinum er í gongd í Høllini á Hálsi.
Átta undgómdsfinalur eru á skránni í dag, og tvær eru av. VÍF og H71 hava vunnið hvør sína, og Gentur 12 hjá hesum feløgum eru nú í gongd við at leika.
Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF 9-7 (Dagsins leikari: Sunfríða Zachariassen)
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b 15-13 (Dagsins leikari: Boas Ellefsen á Skipagøtu)
Kl. 14.10 G12: VÍF - H71 (4-3) í gongd - sæst her)
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF
Í gjár vórðu fýra finalur leiktar - hjá teimum vaksnu og hjá teimum elstu ungdómsliðunum. Karmarnir vóru frálíkir, ein rúgva av fólki vóru í høllini, og áskoðarnir fingu fýra sera spennandi og inntensar finalur. Gott hondbóltspæl var eisini avgjørt at síggja til tíðir.
H71 fór avstað við gullinum hjá teimum vaksnu; kvinnurnar fyri fyrstu ferð nakrantíð og menninir fyri fjórðu ferð. Harvið varð staðfest, at hoyvíkingar eru sterkast á føroyska hondbóltspallinum aftur. Hjá teimum ungu vunnu havnarfeløgini hvør sítt gull eftir sigur á H71 eftir stóran spenning og nógv undirhald. Her er eitt yvirlit:
Høllin á Hálsi, 15.02
Faxe Kondi kappingin - Steypafinalan hjá kvinnum
VÍF – H71 23-24 (13-15)
Dystargongdin:
5. Min: 4-4
10 min: 5-6
15 min: 7-7
20 min: 9-8
25 min: 11-12
35 min: 16-17
40 min: 16-18
45 min; 16-19
50 min: 19-21
55 min: 22-23
Toppskjúttar: Durita C. Jojic 8 mál, Marita Mortensen og Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál
Marita Mortensen, ið her hevur fatur á toppskjúttanum Duritu Jojic, fekk ein avgerandi leiklut og varð kosin til dagsins leikara. Hon vísti eisini sínar dygdir í U18-finaluni í gjárkvøldið, men tað rakk ikki til sigurs hjá H71 har (Mynd: Jens Kr. Vang)
Les um dystin her
Sí fleiri myndir her
Sí og hoyr viðmerkingar frá gullvinnarunum her
Faxe Kondi kappingin - finala, menn
Kyndil - H71 19-23 (9-10)
Dystargongdin:
5 min: 1-1
10 min: 1-3
15 min: 3-5
20 min: 5-6
25 min: 7-7
35 min: 10-12
40 min: 12-13
45 min: 15-17
50 min: 16-18
55 min: 17-20
Tórður Guttesen spældi ein heilt framúr fyrra hálvleik í Kyndils-málinum..
...tað var tó ikki mikið móti sterku hoyvíkingunum, ið vóru omaná í 2. hálvleiki. Gullheiðursmerki nummar tvey á degnum hjá Einari Jónssyni, venjara (Myndir: Jens Kr. Vang)
Les um finaluna her
Sí hagtøl her
Sí fleiri myndir her
Sí og hoyr viðmerkingar frá gullvinnarunum her
Faxe Kondi kappingin - U18-finalan hjá gentum
H71 – Kyndil 28-29 (14-12)
5 min: 3-2
10 min: 5-4
15 min: 7-6
20 min: 9-9
25 min: 11-12
35 min: 17-14
40 min: 19-16
45 min: 20-19
50 min: 22-23
Toppskjúttar: Natasja Hammer 14 mál, Marita Mortensen 8 mál
Les um finaluna og sí myndir her
Natasja Hammer gjørdist stóri leikarin í finalunum hjá Gentum 18 og varð kosin til dagsins leikara (Mynd: Sverri Egholm)
Ró Nielsen noyddist at taka til takkar við silvurheiðursmerki í kvinnufinaluni, men 18-ára gamla vestmannagentan var við tila at basa H71 í fyrstu ungdómsfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)
Faxe Kondi kappingin - U18 dreingir
Stórhøllin á Hálsi - 15.02
H71 – Neistin 32-34 (16-15)
5. min: 1-1
10 min: 3-4
15 min: 5-7
20 min: 7-9
25 min: 10-12
35 min: 21-19
40 min: 24-21
45 min: 28-24
50 min: 29-27
55 min: 31-31
Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson 21 mál, Elias Ellefsen á Skipagøtu 18 mál
Dánjal Ragnarsson varð kosin dagsins leikari, eftir at 18-ára gamli bakkurin spældi eina heilt framúr finalu (Mynd: Sverri Egholm)
Elias á Skipagøtu spældu eisini heilt framúr, men tað rakk ikki hjá H71. 17-ára gamli spælskiparin hevði tó ein heilt góðan dag; hann vann sítt fyrsta vaksnamannagull, gjørdist dagsins leikari og varð kosin til dagsins leikara (Mynd: Jens Kr. Vang)
Les meira um finaluna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald