Sunnudagur 16. februar
Gentur 10: VÍF – StÍF 9-7 (Dagsins leikari: Sunfríða Zachariassen)
Dreingir 10: H71 a – H71 b 15-13 ( Boas Ellefsen á Skipagøtu)
Gentur 12: VÍF - H71 9-8 (Natasja Patti Dahl)
Dreingir 12: H71 – Neistin 13-7 (Jákup Egholm)
Gentur 14: H71 – StÍF 25-15 (Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe)
Dreingir 14: H71 – Neistin 19-9 (Rúni Garðshorn)
Gentur 16: Kyndil – Neistin 17-28 (Maria Pálsdóttir Nólsoy)
Dreingir 16: H71 – VÍF 30-22 (Óli Mittún)
- Í øllum finalunum varð ein leikari hjá vinnandi liðnum kosin til dagsins leikara
Harvið vann H71 fimm finalur í dag, VÍF tvær og Neistin eina. Við teimum fýra finalunum í gjár - yvirlit yvir úrslit og tøl frá teimum (við myndum) sæst her - fullu sigrarnir soleiðis:
H71 7 (tvær vaksnamannafinalur og fimm ungdómsfinalur)
Neistin 2 (Dreingir U18 í gjár)
VÍF 2
Kyndil 1 (U18 gentur her)
Seinastu fimm finalurnar í dag vóru ikki eins tættar sum tær fyrstu tríggjar og tær fýra í gjár, men tað var avgjørt eitt spennandi hondbóltsvikuskifti, ið var væl fyriskipað av Hondbóltssambandinum. Nógv fólk hava sæð nógvan hondbólt - samanlagt 12 finalur og spælt hevur verið í yvir 15 tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald