Fótbóltur

- Sólin her styrkir okkum enn meira

Håkan Ericson er ikki so stúrin fyri, at ringa veðrið í Føroyum fer at ávirka ov nógv, tí spælararnir tykjast frískir. Landsliðsvenjarin vil ikki siga, at tað er eitt krav at vinna í Moldova, men hetta er eitt lið, ið Føroyar avgjørt kunnu og vilja vinna á.

- Vit settu mál fyri hetta árið saman við spælarunum fyrr í vikuni. Eg vil ikki avdúka tey her, men eg kann siga, at talan er um lutfalsliga høg mál, og at vit vilja íhvussu er ikki vera aftast í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit settu mál fyri hetta árið saman við spælarunum fyrr í vikuni. Eg vil ikki avdúka tey her, men eg kann siga, at talan er um lutfalsliga høg mál, og at vit vilja íhvussu er ikki vera aftast í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-23 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin) - Tað er gott at vera aftur her í Chisnau. Tað var kalt, tá vit vóru her fyri tveimum árum síðani, men tað gevur okkum energi at koma aftur í sólina

Soleiðis byrjaði Håkan Ericson tíðindafundin í slitnu innandurahøllini beint við Zimbru leikvøllin í moldoviska høvuðsstaðnum. Tað er har, at Føroyar og Moldova spældu 1-1 javnleik í HM-undankappingardysti í 2021. Spælt verður á sama leikvølli í annaðkvøld, tá liðini seta hol á undankappingina, og landsliðsvenjarin væntar ein javnan dyst aftur hesuferð.

- Tað eru tvey lið, ið eru tøtt. Tað vísa úrslitini í 2021 eisini, har vit so megnaðu at knógva teimum á heimavølli. Moldova var eisini sera nær við at flyta upp í bólk C í Nations League, har vit eru.

[object Object]
Talan var um eitt heldur serligt høli, ið varð nýtt til tíðindafundin. Fleiri føroyskir miðlar, umframt tvey miðlaumboð úr Moldova vóru til staðar (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Sølvi Vatnhamar og liðfelagirnir fingu skjótt sveittan út undir sólini  (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Cimbru leikvøllurin, har Føroyar eisini spældu undankappingardyst fyri tveimum árum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Tað var heitt uttanfyri, og sólin bakaði niður á vøllin undir venjingini hjá føroyska liðnum. Júst veðrið hevur órógvað serliga í Føroyum í vetur, har flestu spælararnir venja og spæla til dagliga. Hetta órógvar nakað, staðfestir Håkan Ericson, ið tó fegnast um venjingarstøðuna hjá spælarunum.

- Vit í venjaratoyminum eru ógvuliga væl nøgdir við - og kanska heldur bilsnir av - høga inntensitetinum og støðinum undir venjing. Hetta serliga tá hugsað verður um venjingarumstøðurnar hjá fleiri av teimum í seinastuni, og tað at tað er so tíðliga uppá árið. Tað er deiligt at fáa savnað hópin aftur, og tað verður gott at av álvara byrja hetta landsliðsárið aftur.

Høg mál fyri undankappingina – Moldova avgjørt eitt lið sum kann koppast
Sum vanligt vildi sviin lítið og einki ítøkiligt siga um liðið. Portalurin spurdi, um Håkan Ericson kundi vátta, at Føroyar fara at spæla við tveimum áleyparum. Svarið var stutt, greitt, men sagt við einum smíli: Nei. Í mun til hvørji parametur hugt varð eftir, kundi landsliðsvenjarin siga, at tað sjálvandi snýr seg um, hvør er tøkur, hvør av álvara er í form og kann geva liðnum rætta úttrykki.

Portalurin hevur gitt hetta liðið (4-4-2): Mattias Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Mads Boe Mikkelsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint Andrasson Olsen, Patrik Johannesen

Mattias Lamhauge: - Tað kitlar eitt sindur eyka í búkinum

[object Object]
Liðformaðurin Viljormur Davidsen segði, at hann og liðfelagirnir gleddu seg nógv at koma í gongd. Annars fekk vinstri bakkurin ongan spurning, men vit gjørdu samrøðu við Viljorm aftaná - hendan samrøðan verður tøk á Portalinum seinni (Mynd: Sverri Egholm)

Tvey miðlaumboð úr Moldova vóru eisini til staðar. Spurt varð fyrst um Håkan Ericson sá týðiligar broytingar á moldoviska liðnum, í mun til tá liðini spældu fyri tveimum árum síðani. Her nevndi venjarin millum annað onkrar
nýggjar spælarar í serliga verjupartinum, at áleypararnir eru sterkir, og at tað sá út til at vera heldur meira tekniskt spæl, hóast tað framvegis er beinleiðis fyri tað mesta.

Í mun til málið hjá Føroyum fyri hesa undankappingina, vildi Håkan Erikson ikki avdúka meira, enn at tað eru høg mál:


- Vit settu mál fyri hetta árið saman við spælarunum fyrr í vikuni. Eg vil ikki avdúka tey her, men eg kann siga, at talan er um lutfalsliga høg mál, og at vit vilja íhvussu er ikki vera aftast í bólkinum.

Sí eisini: 
Myndir frá venjingini í nógva hitanum
Spenningurin økist

Til seinast svaraði 62-ára gamli svin uppá spurningin frá Portalinum, um nøgdsemi eftir dystin í morgin verður knýtt at einum ítøkiligum úrsliti - trimum stigum.

- Moldova er eitt lið, sum vit gjarna vilja vinna á, og tað er eingin ivi um, at vit trúgva uppá og fara eftir trimum stigum. Eg kann tó ikki siga, at tað er eitt krav, at vit skulu vinna.

Føroyar og Moldova spæla EM-undankappingardyst í Chisinau í annaðkvøld klokkan 19.45 lokala tíð

Hesar videosamrøðurnar hava vit annars gjørt seinastu dagarnar: 
Sølvi trivíst væl í hesum selskapinum - tað er ongantíð keðiligt
Mads Boe Mikkelsen: - Elski at spæla hesar dystirnar á hægri støði
Patrik Johannesen: - Hetta er aftur eitt stig upp hjá mær
Gilli: - Havi sovið illa - nú kann eg av álvara anda aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder