placeholder
Annað

14 svimjarar til Bergen Swim Fetival

97 svimjarar kappaðust um vikuskiftið í Vági.

Mynd: svimjing.com

Mynd: svimjing.com

2019-02-25 13:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

SuSwim Open svimjikappingin var í Páls Høll um vikuskiftið, har 97 íðkarar úr 6 feløgum kappaðust. Eftir kappingina var kunngjørt, at 14 svimjarar megnaðu kravtíðina til Bergen Swim Festival 2019.

Teir 14 svimjararnir, sum eru úttiknir, eru:

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Starvsnevnd SSF fer nú komandi dagar at viðgera, um hetta er samlaða liðið, ella um onkur kemur afturat, skrivar svimjing.com.

Hópurin møtist vónandi aftur longu um tvær vikur, til landsliðslegu í Vági. Og tey úttiknu koma at møtast aftur í Vági eisini í vikuni aftaná Bergen Swim Festival.

Les eisini:

Ægir vann SuSwim Open

Róland og Singhild áttu bestu avrikini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder