Fótbóltur

28. umfar: Nógv uppá spæl í kvøld

Seks dystir í Premier League verða leiktir í kvøld og allir hava nógvan týdning; tó í trimum ymiskum stríðum.

Chelsea basti Tottenham í brotssparkskapping í EFL Cup-hálvfinaluni í januar. Spurningurin er um málverjin Kepa verður at síggja á vøllinum, tá liðini hittast aftur í kvøld
(Mynd: EPA)

Chelsea basti Tottenham í brotssparkskapping í EFL Cup-hálvfinaluni í januar. Spurningurin er um málverjin Kepa verður at síggja á vøllinum, tá liðini hittast aftur í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-27 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vórðu fýra dystir leiktir í Premier League. Talan var um fýra sigrar, ið allir kunnu fáa stóran týdning í botnstríðnum. Í kvøld eru hinir dystirnir í 28. umfari á skránni: Í tveimum av dystunum skulu oddaliðini í eldin; í tveimum eru tað lið, ið stríðast um 4. plássi ímóti liðum, ið kunnu verða innblandaði í botnstríðið. Ein dystur er ein botngysari, og so er eitt topp-seks brak, har tvey London-lið hittast:

19.45: Arsenal - Bournemouth 
           Southampton - Fulham

20.00: Chelsea - Tottenham 
           Crystal Palace - Manchester United
           Liverpool - Watford
           Manchester City - West Ham
  

Eftir tapið hjá Tottenham fyri Burnley leygardagin, sær tað nú aftur út sum ein tvídystur millum Liverpool og Manchester City um meistaraheiti. Liverpool legði seg á odda sunndagin við 0-0 javnleikinum á Old Trafford. Seinni tann dagin vann Manchester City Carabao Cup-finaluna á Chelsea. Liðið hjá Klopp fær ikki heilt sítt spæl at koyra í løtuni, men liðið hevur góðan møguleikan at vinna sítt fyrsta meistaraheiti. City heldur fram at vinna dystir, og stríðið um 1. plássi er hart. Í kvøld eru bæði liðini greiðir favorittar á heimavølli, men talan kann vera um lumpisligar uppgávur. 

Tottenham skal reisa seg í kvøld, men talan er um eina trupla uppgávu. Chelsea leikti eina góða finalu sunnudagin, ið tó var yvirskýggjað av hendingini við málverjanum Kepa Arrizabalaga, ið ikki vildi skiftast út. Chelsea tapti brotssparkskappingina og skal nú fokusera uppá at koma í topp-fýra. Har eru Arsenal og United kapingarneytarnir, og tey skulu vinna sínar dystir í kvøld. Hjá United mangla nógvir leikarar; teir ið fóru út við skaða ímóti Liverpool umframt aðrir. 

Í Suðuronglandi hittast tvey lið, ið veruliga hava tørv á stigum. Serliga Fulham hevur tørv á at vinna dystin fyri at nærkast niðurflytingarstrikuni. Southampton kann í kvøld koma uppum hesa strikuna. Lagt er upp til ein ógvuliga inntensan dyst, har tað eins og aðrastaðni kring landið er nógv uppá spæl. 

Støðan: 

Liverpool

 

66 stig

2

Manchester City

 

65 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

60 stig

4

Arsenal 

 

53 stig

5

Manchester United

 

52 stig

6

Chelsea 

 

50 stig

7

Watford 

 

40 stig

8

Wolverhampton *

 

40 stig

9

Everton *

 

36 stig

10

West Ham 

 

36 stig

11


Leicester *

 

35 stig

12

AFC Bournemouth

 

34 stig

13

Newcastle *

 

31 stig

14

Crystal Palace 

 

30 stig

15

Burnley *

 

30 stig

16

Brighton & Hove Albion 

 

27 stig

17

Cardiff *

 

25 stig

18

Southampton

 

24 stig

19

Fulham 

 

17 stig

20

Huddersfield Town *

 

14 stig

Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder