Beint undir tvær vikur eru, til flytingargluggin letur aftur í Føroyum, og 1. umfar í Betrideildini fer av bakkastokki um vikuskiftið. Tað er hendan tíðin, at feløgini fáa sínar seinastu avtalur uppá pláss, so at tey kunnu vera so nøgd sum gjørligt við hóparnar.
Hetta er komið til sjóndar seinastu dagarnar, og í gjárkvøldið kunngjørdi AB sín nýggjasta spælara.
Les eisini:
Svenskur styrkur til miðvøllin hjá HB
Dalibor Savic: Sum útgangspunkt er hópurin hjá okkum uppá pláss
Magne Hoseth: Skulu styrkja og breiðka um hópin
Sabala er nú B36'ari
Salmundur og John Villi hava skrivað undir við TB
Talan er um 24 ára gamla íslendingin, Viktor Helga Benediktsson. Hann vísti sínar dygdir í venjingardysti móti B36 leygardagin:
- Viktor kom til landið í farnu viku og spældi við í venjingardystinum ímóti B36 um vikuskiftið. Har vísti hann seg somikið væl fram, at AB hevur valt at binda Viktor til felagið fyri kappingarárið 2023.
Nú vendir hann aftur til Evropa. Nýggi AB-spælarin hevur royndir úr næstbestu íslendsku deildini, har hann sambært Transfermarket samanlagt hevur spælt 38 dystir við HK Kópavogs og ÍA Akranesi. Viktor Helgi spældi eisini fyri Stord IL í lægri deild í Noregi eitt stutt skifti.
Eisini hevur hann royndir á íslendskum ungdómslandsliðum, har hann hevur spælt ávikavist 9 dystir við U17-landsliðnum og 7 dystir á U19-landsliðnum, vísa bæði Transfermarket og heimasíðan hjá AB á. Sum ungdómsspælari var hann partur av hópinum hjá FH í Hafnafirði, og vandi hann harvið regluliga saman við Gunnari Nielsen og eisini Sonna Ragnar Nattestad.
Nýggi spælarin verður møguliga tøkur til 1. umfar:
- AB fegnast um at hava fingið ein spælara við nógvum royndum til felagið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa neyðugu loyvini hjá Viktor upp á pláss, so hann kann spæla við í fyrsta umfari ímóti EB/Streymi sunnudagin á Eiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald