Fótbóltur

Avgerandi dystirnir síggjast í KÍ-Varpinum, á Bold+ ella á Disney+

Hóskvøldið spæla HB og KÍ seinnu dystirnar í 2. umfari í Conference League: HB í Brøndby klokkan 18.30 og KÍ í Klaksvík klokkan 19.45.

HB hevur framvegis ein møguleika at senda danska stórfelagið út úr Evropa. Nógv skal til í morgin, men HB setti seg í støðuna. Dysturin kann síggjast á donskum stroymingartænastum (Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur framvegis ein møguleika at senda danska stórfelagið út úr Evropa. Nógv skal til í morgin, men HB setti seg í støðuna. Dysturin kann síggjast á donskum stroymingartænastum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-30 14:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku feløgini í 2. umfari í Conference League fingu góð úrslit, tá fyrru dystirnir vórðu spældir hósdagin 24. juli.

Avrikini vóru sterk, har HB skapti meira móti einum nakað sterkari liði, men har KÍ sum so fekk ta betra útgangsstøði - hetta tí at oddaliðið í Betrideildini hevur heimavøll hóskvøldið.

Tað er eisini nærum útselt til dystin við Djúpumýru i annaðkvøld. Fyri løtu síðani vóru bert eini 50 atgongumerki eftir.

Sí eisini: Næstan útselt til avgerandi dystin hjá KÍ

Til ber at keypa atgongumerki her

Um ein ikki kann, ella vil, fara til sjálvan dystin, so ber til at keypa hann hjá KÍ Varpinum fyri 149 krónur. 

[object Object]
KÍ-spælararnir stríddu seg gjøgnum 90 minuttir í nógvum hita - tað endaði málleyst í Serbia (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)

Tað vera nakrir føroyingar til dyst í Brøndby í annaðkvøld, har HB skal royna at fremja bragdið.

Til ber at síggja dystin í Føroyum við haldi hjá Bold + ella Disney +. Fyrrnevnda kostar 49 krónur um mánaðin.

Uefa Europa Conference League
Í morgin, hósdagin 30. juli

18.30: Brøndby - HB (1-1)
Stroyming: Bold + ella Disney + (Við haldi ella gjadi)

19.45: KÍ - Radnicki (0-0)
StroymingKÍ-Varpið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder