
Talan var um eitt flott føroyskt fótbóltskvøld hóskvøldið 24. juli, tá HB og KÍ spældu javnleik í fyrru dystunum í 2. umfari í Conference League.
Hetta var móti liðum úr sterkum deildum, ávikavist Danmark og Serbia, og nú er spenningur undan seinnu dystunum.
Sí eisini: Eingin midnáttarsangur hjá HB'arunum
KÍ hevur tað betra útgangsstøði, tí liðið hjá Magnus Powell hevur heimavøll í seinna dystinum.
Tað er so at siga einki útlendskt lið, sum vinnur við Djúpumýru, og sum heild tapir KÍ ógvuliga sjálvdan har. KÍ kann nú avgera tað í "føroyskum umstøðum". Tað inniber millum annað graslíki, ein heldur smalan vøll, og at tað ikki eru 36 hitastig við dystarbyrjan, sum tað var í Serbia fyri viku síðani
Les eisini: Jákup B. Andreasen: - Vit taka ein javnleik hesaferð og fara eftir at avgera tað við Djúpumýru
Heimaáskoðarnir kunnu eisini hava nógv at siga. Tá KÍ vann 2-0 og sló SJK Seinajoki út í 1. umfari, gjørdu Bláa Bylgjan og øll fjøldin sanniliga sítt til fyri at hjálpa.
Magnus Powell, venjari, staðfesti fyri Portalinum eftir dystin, at her var veruliga talan um ein tólvta mann.
KÍ-spælarar fegnast saman við fjepparunum, meðan teir hjá Seinajoki iðra seg (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er eisini stórur áhugi fyri hesum dystinum. Síðani atgongumerkjasølan lat upp fríggjamorgunin hevur gingið rímiliga skjótt, og tað er næstan útselt til KÍ-Radnicki.
Tað síggjast bert fá atgongumerki tøk - serliga í uttasta bólkinum aftanfyri málið. Einki pláss er eftir á langsíðunum
Til ber at keypa atgongumerki her
KÍ spælir seinna dystin í 2. umfari í Confernce League hóskvøldið 31. juli klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald