Hondbóltur

Bólkaspælið fer í gongd leygardagin

Faxe Kondi-steypakappingin byrjar áðrenn, hon vanliga ger. Bólkaspælið verður avgreitt áðrenn jól, og fult umfar er á skránni í vikuskiftinum.

2022-10-20 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hevur steypakapping verið á skránni í januar og februar. Til hetta kappingarárið er leisturin tó broyttur, so at bólkaspælið verður spælt fyri jól.

Les eisini: Nú byrjar Faxe Kondi steypakappingin

Eitt umfar í bólkaspælinum er í november, og tað síðsta er tíðliga í desember. Tað fyrsta er á skránni

Í gjárkvøldið spældu næstbestu mansliðini hjá H71 og Kyndli spennandi dyst, fyri at avgera hvat síðsta liðið í bólkaspælinum verður. Hoyvíkingar vunnu 22-21 í Hoyvíkshøllini og skulu harvið spæla á Skála leygardagin í fyrsta umfarið.

Hondbóltssambandið boðar frá, at liðini eru bólkaði í tveir bólkar eftir støðuni í landskappingini eftir grundspælið seinasta kappingarár, soleiðis at lið nummar 1, 4, 5 og 8 fara í ein bólk, meðan lið nrummar 2, 3, 6 og 7 fara í ein bólk. Eftir bólkaspølini verða hálvfinalur millum nr. 1 í øðrum bólkinum og 2 í hinum bólkinum við einum úti- og heimadysti til liðini.

Hálvfinalurnar verða spældar í 2023 - finalurnar eru á skrá síðsta vikuskifti í februar. 

Skráin fyri bólkaspælið hjá monnum sæst her

Skráin fyri bólkaspælið hjá monnum sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder