Hondbóltur

Byrja móti Burundi

HM-endaspælið hjá U19-monnunum fer í gongd í kvøld. Føroyar eru risavaorittar í Opatija. Dysturin byrjar klokkan 18 og kann síggjast á Youtube.

Føroyska liðið skal helst koma skjótt úr startholunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Føroyska liðið skal helst koma skjótt úr startholunum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-08-02 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Næstu 12 dagarnar fara 32 lond at kappast um U19 heimsmeistaraskapið í hondbólti hjá monnum. Kappingin verður í leikt í Kroatia. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru við í júst hesari kappingini - góðu úrslitini í fjør tryggjaðu hetta.

Fyrsti dystur hjá Føroyum er móti Burundi. Landið eystarliga í Afrika er als ikki nakað hondbóltsstórveldi, hevur umleið 13 milliónir íbúgvar og er mett at vera eitt tað mest fátæka í heiminum. Hetta er ein dystur, ið Føroyar skulu vinna – og helst greitt.

Føroyska ferðalagið ferðaðist í gjár úr Danmark til Opatija í Kroatia, har innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður leiktur. Liðið hjá Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 2. august kl. 18.00 Føroyar – Burundi
Hósdagin 3. august kl. 18.00 Føroyar – Iran
Leygardagin 5. august kl. 18.00 Svøríki – Føroyar


Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til meginumfarið, meðan nr. 3 og 4 skulu spæla sonevnda Presidents Cup, sum er um plássini 17-32. Eftir innleiðandi bólkaspælið verður bólkurin hjá Føroyum samantvunnin við bólk G, har Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA kappast, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Vónað og væntað verður at Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl, Aleksandar Sasha Lacok í minsta lagi koma víðari úr bólkaspælinum, og síðani eisini kunnu gera seg galdandi.

Allir dystir kunnu stroymast á youtube síðuni hjá IHF, sum eitur “IHF Competitions”. Leinki til dystin í kvøld sæst her

Portalurin verður eisini til staðar til kappingina frá í morgin, 3. august, tá Føroyar spæla aftur. Lesið annars alt um kappingina her, úrslit, støður og hagtøl: her

U19 HM-hópurin:

Málverjar:
Leivur Joensen, VÍF
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, H71
Rói Seyer Hjaltason, H71
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Bjerringbro-Silkeborg Håndbold (DK)
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof (SVØ)
Rókur Ziskason, H71
Høgni Højsted, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Búi Djurhuus Poulsen, BGI (Hondbóltseftirskúli - DK)

Høvuðsvenjarar: Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen
Málverjuvenjari: Ári Dam
Fysioterapeut: Durita Rouch
Liðleiðari: Rani Ellingsgaard.


Kelda: HSF
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder