Fótbóltur

Champions League: HB skal til Albania

Havnar Bóltfelag hevur í kvøld fingið boð frá UEFA um, at dysturin móti Inter Club d'Escaldes 22. juni verður leiktur í Albania. Hetta merkir, at Prishtina, ið HB kann møta í finaluni, á ein hátt fær fyrimun.

HB skal sum føroyameistari umboða Føroyar í Champions League. Tað verður tó í fyrstu syftu í Albania - ikki í Tórshavn (Mynd: Sverri Egholm)

HB skal sum føroyameistari umboða Føroyar í Champions League. Tað verður tó í fyrstu syftu í Albania - ikki í Tórshavn (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-08 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var lutakast um, hvussu spælast skal í undanumfarinum í Champions League 2021/2022. Har hittast meistaraliðini í fýra londum: Andorra, San Marino, Kososvo og Føroyum.

HB skuldi hýsa minikappingini, har vinnarin kemur víðari til 1. umfar í undankappingini. Tapararnir fara í nýggju UEFA Conference League. Koronureglugerðirnar løgdu tó meinbogar í vegin fyri føroysum vertsskapi, og harvið skuldi evropeiska fótbóltssamgongan finna eitt nýtt leikstað.

UEFA: Koronuleiðreglurnar í Føroyum eru ov strangar til Champions League

Tað er nú gjørt - Havnar Bóltfelag hevur í kvøld fingið boð um, at umfarið verður leikt í Albania. Hálvfinaludysturin móti Inter Club d'Escaldes verður leiktur  22. juni klokkan 19 í Durrës, ið er næststørsti býur í Albania, og sum liggur 33 kilometrar vestanfyri høvuðsstaðin Tirana. Tað er júst nú váttað. 

Finalan, 25. juni, verður leikt á tjóðarleikvøllinum í býnum Elbasan. Um favorittarnar vinna í hálvfinalunum, so skulu HB og Prishtina, meistaraliðið úr Kosovo, spæla í henni. Hetta gevur Prishtina ein størri fyrimun í mun til leikstað. Albania og Kosovo eru nábúgvar, og yvir 90 prosent av íbúgvunum í í Kosovo hava albanskt tjóðbólkaeyðkenni. Spælt verður eisini helst í nógvum hita og á grasi.

Ivamál hevur í dag verið um dagfestingina, tí undir lutakastinum varð sagt 25. og 28. juni, og hesar dagfestingarnar hava eisini staðið á onkrari síðu - hetta endurgóvu vit eisini í greinini um lutakastið. Men HB hevur í dag verið í samband við UEFA og fingið staðfest, at tað varð sagt skeivt, og at dagfestingarnar eru 22. juni (hálvfinala) og 25. juni (finala), ið tað upprunliga varð niðurfest.

Harvið skulu greipuvinnararnir um tvær vikur royna at taka fysta fetið víðari í Champions League, og tað verður móti meistarunum í Andorra á uttanveltaðum vølli.

Champions League undanumfar
22. juni, Durrës (Albania)

Inter Club d'Escaldes (Andorra) - HB
Folgore (San Marino) - Prishtina (Kososvo)

Finalan verður leikt 25. juni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder