Síðani dramatiska mikukvøldið, har bólkaspælið kom at enda við fýra dystum, hevur EM-turkur verið. Bíðað hevur verið eftir, at knock-out dystirnir byrja, og teir fyrstu verða í kvøld.
Danmark komu víðari við at vinna seinasta dystin í bólkaspælinum móti Russlandi. Liðið hjá Kasper Hjulmand er á pappírinum heppið, tí Wales er ikki millum teir heilt sterku tvey'ararnir, og sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum eru danir favorittar í Amsterdam, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.
Wales fekk einki stig ella mál móti Itala, men tað gjørdi liðið í hinum dystunum. Harvið er Wales enn einaferð í knock-out umfarinum. Italia kom flúgvandi víðari (Mynd: EPA)
Danskir miðlar vænta, at talan verður um somu byrjanaruppstilling og leikskipan sum í dystunum móti Belgia og Russlandi. Talan verður um fyrsta dystin hjá Danmark, sum ikki verður í Parkini, men fótbóltsfepurin í Danmark er øðiligur. Spurningurin er so, um tað eydnast at koppa Bale og co, sum vístu seg heilt væl fram í bólkaspælinum.
Les eisini:
Nú eru 16-lond eftir
4400 danir sleppa inn til áttandapartsfinaluna á Amsterdam
Italia hevur hugtikið mong í hesum endaspælinum. Eftir tríggjar sigrar uttan at lata mál inn, flytir liðið nú, eins og danir, frá at spæla á heimavølli í egna høvuðsstaði til ein uttanveltaðan vøll.
Gli Azzuri er stórfavorittur, tá Eysturríki er á skránni í London í kvøld. Roberto Mancini hevur við hepnari hond stýrt Italia seinastu trý árini, og nú skal enn eitt fet takast.
Áttandapartsfinalurnar
Leygardagin 26. juni
Johan Cruyff Arena, Amsterdam
17.00: Wales - Danmark
Wembley, London
20.00: Italia - Eysturríki
Sí eisini: Yvirlit: Hetta eru áttandapartsfinalurnar
Mynd: TV2 Sport
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald