Mansfinalan í Wimbledon gjørdist so spennandi sum væntað var - og helst meira enn tað. Í beint yvir fimm tímar spældu 32-ára gamli serbin og 37-ára Roger Federer frálíkt spæl, og tað gjørdist so tætt, sum tað kundi verða.
(Mynd: EPA)
Federer, ið basti Rafael Nadal í einari sera spennandi hálvfinalu, svaraði væl aftur í 2. og 4. setti, eftir at Djokovic hevði vunnið tætt í settinum frammaundan. Tískil skuldi eitt 5. sett til. Har var Djokovic at enda omaná, hóast at sveisarin hevði tveir dystarbóltar mitt í settinum. Tað seinasta setti varð leikt eftir nýggju javnbótara-reglugerðini; eftir at tað stóð 12-12 varð byrjað frá 0-0, og so var tað fyrsti leikarin, ið fyrstur vann sjey bóltar, ið fór avstað við heitinum. Her var Djokovic stinnari og avgjørdi finaluna.
(Djokovic við steypinum Mynd: EPA)
Eftir dystin vístu leikararnir stóra virðing hvørjum øðrum. Teir góvu áskoðarunum eina sera tætta og góða finalu. Talan var um fimta Wimbledon-heitið hjá Novak Djokovic, ið harvið hevur eins nógv og Bjørn Borg nú. Federer hevur átta heiti, flest í søguni, men hann hevur nú tapt fýra finalur.
Novak Djokovic Roger Federer (3-2)
7-6, 1-6, 7-6, 4-6, 7-6 (13-12)
Í gjár vann Simona Halep trygt á Serenu Williams í finaluni hjá kvinnum
Annað
Djokovic vann eftir javnbrótara í finaluni
Eftir fimm tímar av tennis á Centre Court sigraði serbin annað árið á rað í Wimbledon-finaluni.
Djokovic basti Federer í sera spennandi finalu - Mynd: EPA
2019-07-14 19:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald