Fótbóltur

Donsku eykaleikararnir stóðu seg væl í Slovakia

Talan gjørdist ikki um skrædl, tá Danmark spældi við amatørum í venjingardysti í kvøld.

Teir noyddist at lúta, men innsatsurin lá ikki eftir í Slovakia, tá nógvir ókendir danir leiktu landsdyst í kvøld

Teir noyddist at lúta, men innsatsurin lá ikki eftir í Slovakia, tá nógvir ókendir danir leiktu landsdyst í kvøld

2018-09-05 22:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leikarar úr triðbestu deildini, Danmarksseriuni, og futsal-leikarar umboðaðu í kvøld Danmark í venjingardysti í Slovakia. Á odda á síðulinjuni stóð EM-vinnarin frá 1992, John "Faxe" Jensen, ið varð innkallaður av danska fótbóltssambandinum í gjár. 

Orsøkin til marghátttiligu støðuna er at sáttmálin millum DBU og landsliðsleikarnir um handilsrættindi er útgingin, og partarnir eru ikki vorðnir samdir um eina nýggja avtalu; heldur ikki nakra fyribils loysn.  

Les meira her: Danmark skal hava nýggjan landsliðshóp og venjara

DBU kannaði møguleikarnar, og í seinastu løtu varð ein nýggur hópur settur saman við leikarum, ið ikki eru yrkisleikarar. Dysturin fór ikki at hava nógv ítrottarligt virði, og tað var tann slovakiski landsliðsvenjarin sera ónøgdir við, men danir kundu fáa stóra bót, um dysturin ikki varð leiktur.

Harafturat er eitt fyridømi við DBU í fjør, tá tað ikki kundi koma ásamt um eina nýggja avtalu um samsýning við danska kvinnulandssliðið, har úrsltiið var at landsliðið ikki møtti upp til fyrsta undankappingardystin. Um DBU aftur ikki møtir við einum liðið, kann UEFA geva eitt leikbann til donsk landslið.

Slovakar høvdu yvirvágina allan dystin, og skoraði tríggar ferðir móti danska futsal-málverjanum. Slovakia kom á odda eftir tíggju minuttir; tá høvdu danir so at siga ikki havt bóltin. Men Danmark reisti seg og hevði møguleikar at javna í samband við umstillingar. Men heimaliðið tók skjótt yvir aftur og legði seg á odda stutt fyri hálvleiki. 

Í 2.hálvleiki helt Danmark fast til tíggju minuttir vóru eftir, tá tað so gjørdist 3-0.

Dysturin varð so leiktur; Danmark fekk ikki oyruni í maskinuna, og nú er purningurin um nýggi amatør-hópurin hjá Danmark skal spæla aftur sunnudagin móti Wales í Nations League hava fingið  

DBU hevur bjóðað eina nýggja avtalu, men spurningurin er, um tað verður tikið av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder