Fótbóltur

Eitt gott kvøld hjá uppflytarunum

Eftir fýra dystir er ÍF nógv nærri evropeiskum plássi enn niðurflytingarplássi. TB fekk sítt fyrsta stig móti HB, sum fyri fyrstu ferð ikki fekk fult. B36 og KÍ kundu eisini fegnast í gjár.

Í gjárkvøldið var fagnaður í Fuglafirði - eins og fyri ellivu døgum síðani tá ÍF basti AB. Hesaferð gekk tað útyvir EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

Í gjárkvøldið var fagnaður í Fuglafirði - eins og fyri ellivu døgum síðani tá ÍF basti AB. Hesaferð gekk tað útyvir EB/Streym (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-13 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Útsetta umfarið, sum skuldi vera verða spælt 11. og 12. mars, varð avgreitt í gjárkvøldið. Tað var á ongan hátt óáhugavert. Summir dystir vóru heilt málríkir og undirhaldandi og serliga eitt heilt óvæntað úrslit varð.

At einki mál kom í Trongisvági, kundi TB fegnast um. Uppflytararnir byrjaðu kappingarárið illa, og hava sæð út til at vera aftan fyri hini á ymiskum økjum, men betri avrik sunnudagin á Eiði var nær við at geva stig, og hesaferð bar á mál.

HB megnaði ikki at læsa TB-verjuna upp. Gilli Rólantsson er komin á liðið, og hann og liðfelagirnir arbeiddu hart og rætt móti liðnum hjá Dalibor Savic, sum annars spældi ógvuliga væl móti AB leygardagin.

Júst AB tapti aftur fyri oddaliði, men hesaferð hevði liðið hjá Henrik Larsen betri tamarhald á tingunum. Tamarhald á sjálvum dystinum hevði KÍ tó so at siga allan vegin, og tað staðfesti Jóannes Danielsen eisini. Føroyameistararnir hava framvegis fult stigatal, uttan at teir síggja út til heilt at hava funnið flogið enn. Sunnudagin er styrkisroynd móti Víkingi - AB er tað einasta liðið uttan nakað stig og uttan nakað mál.

[object Object]
KÍ helt AB frá at gera dystin heilt spennandi...

[object Object]
Og liðið sum í gjár var í hvítum heldur fram at vinna - KÍ hevur nú vunnið 29 av sínum seinastu 31 dystum í Betrideildini (Myndir: Sverri Egholm)

Ein rúgva av málum komu á Svangaskarði. Tað fyrsta, ið var margháttiligt, kom longu eftir tíggju sekund. Hesin dysturin var ein av teimum í gjár, sum var ávirkaður av vindinum - helst tann ið var mest ávirkaður - og liðini fingu tí lagt eitt ávist trýst í hvør sínum hálvleiki.

Víkingur skoraði tvær ferðir í undanvindinum eftir steðgin men kundi skora okkurt afturat. Hóast liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen var aftanfyri tríggjar ferðir og svaraði aftur hvørjaferð, so var úrslitið eitt slag av vónbroti og eitt afturstig í oddastríðnum. B68 hevur framvegis ikki vunnið, men hevur nú spælt sín fyrsta heimadyst og fingið stig móti topp-fýra liði.

07 Vestur bjóðaði B36 av í Gundadali. Útiliðið legði seg á odda eftir ósketni hjá heimaliðnum í samband við deyðbóltsstøðu. Vendin kom í seinna helmingi av seinna hálvleiki.

Uppá tólv minuttir skoraði B36 tríggjar ferðir: Meira ágangandi spæl, gott huglag í B36-húsinum og inskiftarar gjørdu mun, ið Dan Brimsvík eisini setti orð á samrøðu við Portalin eftir 3-2 sigurin. 3-2 endaði tað, tí sørvingurin Oddur Petersen minkaði um munin.

Hóast B36 hevði aðrar møguleikar og rakti yvirleggjarin í yvirtíðini, so kundi heldur skerda 07 Vestur javnað. B36 breyt tó inn í topp-trý aftur (yvirhálaði Víking og nærkaðist HB).

[object Object]
Michal Przybylski kom inn, var við í 2-1 málinum og skoraði til 3-1. Benjamin Heinesen (nr. 11) kom inn, legði B36 á odda 2-1 og legði stutt seinni upp til Michal (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Gleði í B36-húsinum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Dan Brimsvík kundi stórfegnast við seinasta bríksl. B36 kom undir trýst aftur. Høvuðsvenjarin metir, at deildin í ár er javnari, og nógvir truplir dystir afturat eru fryi framman. Tó fegnast hann millum annað um breiddina í B36-hópinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum í Gundadali her

ÍF hevur longu seks stig, og um liðið hevði hildið fast í 6(+) minuttir afturat og 2(+) minuttir afturat móti Víkingi, so høvdu uppflytararnir verið ósigraðir nú. Hetta er ein veruleiki, ið tey flestu helst eru bilsin av, men í Fulgafirði hava Aleksandar Jovevic og hansara menn fyrireikað seg upp á Betrideildarfótbólt leingi.

Hetta gav aftur úrslit í gjár, tá EB/Streymur vitjaði. Eitt beinleiðis reytt kort til EB/Streyms-liðformannin Andras Olsen smáar tjúgu minuttir fyri leiklok kostaði dýrt.

ÍF skoraði uppá brotssparkið, og aftur tíggju minuttir seinni. Hetta var ein smeitur hjá EB/Streymi, ið annars var byrjað árið væl - hinvegin var tað størsti sigur hjá ÍF í Betrideildini síðani á B68 í juni 2016.

Betrideildin 2. umfar (umfar nummar 4)
Mikudagin 12.04

TB - HB 0-0

Les eisini: 
TB tók stig frá HB í Trongisvági

AB - KÍ 0-2 (0-2)
9' Jóannes Kalsø Danielsen (Claes Phillip Kronberg) 0-1 
42' Sjálvmál (Sivert Gussiås) 0-2

Myndir: AB - KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen: - Snýr seg um at vinna okkara dystir 

B68 - Víkingur 3-3 (2-1)
1' Ragnar Samuelsen 1-0
4' Jákup Johansen 1-1
23' Mohammed Samba (Jónas Warner) 2-1
59' Olaf Bárðarson (Martin Klein) 2-2
69' Villiam Emil Klein (Mohammed Samba) 3-2
73' Sølvi Vatnhamar 3-3

B36 - 07 Vestur 3-2 (0-1)
33' Daniel Obbekjær (Teitur Olsen) 0-1
67' Isak Jönsson (Jann Benjaminsen) 1-1
73' Benjamin Heinesen (Bjarki Nielsen) 2-1
79' Michal Przybylski (Benjamin Heinesen) 3-1
90 (+1) Oddur Petersen (Magnus Holm Jacobsen ) 3-2 

B36 vendi dystinum móti 07 Vestur
Myndir: B36 - 07 Vestur

Samrøður úr Gundadali:
Dan Brimsvík_- Er sum um at takið fer av B36-húsinum
Tór-Ingar Akselsen: Haldi vit hava uppiborið betur í dag

ÍF - EB/Streymur 3-0 (1-0)
45' Elias Lervig 1-0
73' Karl Løkin (br.) 2-0
82' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 3-0

Reyð kort: Andras Olsen (EB/S) 72' og Jhon Mena (ÍF) 90(+3)'

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig 
2. HB 10 stig 
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig 
10. AB 0 stig 

Næsta umfar:

6. umfar - umfar nummar fimm
Sun. 16. apr. 15:00HBÍF
Sun. 16. apr. 15:00ABB36
Sun. 16. apr. 15:00Víkingur
Sun. 16. apr. 15:00TB07 Vestur
Sun. 16. apr. 16:00B68EB/Streymur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder