Í gjárkvøldið spældi THW Kiel seinasta heimadystin í 2023/2024. Tað er greitt, at stórfelagið endar á 4. plássi og harvið skal spæla í European League - næststerkastu evropeisku kappingini - næsta ár.
Sí eisini: Flensburg og Jóhan vunnu í finaluni
Dysturin móti Leipzig í gjár var eisini seinasti dysturin í Wunderino leikhøllini hjá Niclasi Ekberg og Steffan Weinhold sum Kiel-spælarar. Sviin og týskarin hava verið í felagnum í ávíkavist 12 ár og 10 ár.
Ekberg endaði við manér. 35-ára gamli svenski vongurin skiftir aftur í summar til barndómsfelagið Ystads IF - liðið sum Óli Mittún og Sävehof vunnu finalurøðina á í Svøríki.
Les eisini: Óli Mittún varð dagsins maður í finaluni
Í gjár legði systkinabarn Óla upp til nøkur mál hjá Niclasi Ekberg. Vongurin skoraði 11 mál og varð toppskjútti í dystinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu og tveir aðir skutu sjey mál.
Umframt hetta hevði Elias fýra upplegg - trý teirra síggjast í videobrotinum ovast. Leipzig var á odda 16-15 í steðginum, men í 2. hálvleiki gjørdu nummar 71 og hinir bart og skoraðu 22 mál. Tað endaði 37-28.
Hetta var ein góður dystur hjá 22-ára gamla føroyska spælskiparanum, og umráðandi at fáa nú Final Four í Champions League nærkast.
Kiel spælir seinasta Bundesliga-dystin á útivølli móti Melsungen sunnudagin. 8. juni er hálvfinala á skránni í Köln, har Barcelona er á skránni hjá Eliasi og teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald