Fótbóltur

Elias verður ikki við í fyrsta dystinum

Tað verður Kjartan Johansen heldur ikki. Nú er greitt, hvørjir sekstan leikarar vera á dómaraseðlanum til fyrsta dystin í HM-undankappingarbólkinum á heimavølli, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.30. Ungu hoyvíkingarnar Pauli Jacobsen og Pauli Mittún fáa møguliga roynt seg fyri fyrstu ferð í A-landsdysti.

Peter Bredsdorff-Larsen hevur, saman við Lars Møller, tikið ein dystarhóp út fyri fyrstu ferð. Mett verður, at fyrsta mótstøðuliðið - Luksemborg - er veikasta liðið í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Bredsdorff-Larsen hevur, saman við Lars Møller, tikið ein dystarhóp út fyri fyrstu ferð. Mett verður, at fyrsta mótstøðuliðið - Luksemborg - er veikasta liðið í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-12 23:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úr 22-mans hópinum, sum nýggju landsliðsvenjararnir hava tøkan til sínar fyrstu uppgávur, er 16 leikararnir nú úttiknir til fyrsta dystin.

16 leikarar kunnu vera á dómaraseðlanum til hvønn dyst, og í hesum fyrsta parti av HM-undankappingini ber til at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar

- Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í kvøld, í samband við at 16-mans hópurin til dystin móti Luksemborg fríggjakvøldið er úttikin:

Málverjar: 

Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71

Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)

Høgru vengur: 
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)

Bakkar: 
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF


Hesir seks eru í fyrstu syftu uttanfyri men kunnu skiftast inn í hópin:
Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil
Leivur Mortensen, Odder (DEN)
Allan Norðberg, KA (ÍSL)
Pætur Mikkjalsson, KA (ÍSL)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof (SVØ)
Kjartan Johansen, Önnreds, (SVØ)

Ivamál hevur verið um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum mánadagin segði við Portalin, at tað ikki sá so gott út, og at hann helst fer at spæla ógvulig avmarkaða tíð, um hann yvirhøvur spælit í HM-undankappingardystunum. Tað verður móti Italia og/ella Lettlandi, sum á pappírinum eru nakað sterkari enn Luksemborg, at 19-ára gamli spælskiparin møguliga fer at verða nýttur í pørtum av dystinum. Elias breyt høkuna og kjálkabeini í dysti fyri Sävehof fyri beint undir einum mánaði síðani.

Kjartan Johansen, ið hevur verið lyklaleikari í seinastu undankappingunum, hevur verið plágaður av skaða, næstan síðani Føroyar seinast spældu. Hetta hevur ávirkað hansara fyrstu tíð í Önnreds, har strandingurin eisini hevur spælt, meðan hann hevur verið darvaður av skaðanum. Hetta segði hann við Portalin fyrr í vikuni. Kjartan var liðformaður, tá Rókur Akralíð ikki var tøkur í apríl í fjør, og bakpælarin verður helst eisini umráðandi í hesari kappingini - tó ikki í fyrsta dystinum móti Luksemborg, har tað sær út til, at 25-ára gamli høgri verður spardur.

[object Object]
Elias á Skipagøtu til tíðindafund mánadgin. Talan hevur verið um eina kapprenning við tíðina hjá honum.

[object Object]
Har tosaðu vit við 21-ára gamla Trónd Mikkelsen, sum til dagliga spælir í Viking Stavenger, og sum var óvissur í møguligari leiktíð, men vildi stríðast hart fyri tí.

[object Object]
Landsliðsvenjararnir saman við liðformonnunum, Róki Akralíð (t.h) og Kjartan Johansen (t.v.) Hesir skulu vera við til at lyfta spennandi føroyska liðið í vikuskiftinum. Kjartan, ið hevur verið skaðaplágaður seinastu mánaðirnar, verður tó ikki við til fyrsta dystin (Mynd: Sverri Egholm)

Janvaldri hansara, ið eisini er hoyvíkingur, fær helst sín elddóp í málinum. Pauli Jacobsen er eitt stórt málverjutalent, og hann er í fyrstu syftu í øllum førum, tikin framum Tórða Guttesen.

Eingin ivi er um, at talan er um eitt sterkt føroyskt lið, har nógv dygd er á, har nógvir royndir leikarar eru og eisini spennandi ungir eru við. Fyrsta fetið móti HM-endaspælinum skal takast fríggjakvøldið. Peter Bredsdorff-Larsen stendur fyri seinastu veruligi venjingini undan Lukesemborg-dystinum í morgin um middagsleiti í Høllini á Hálsi. Umleið 500 fólk vera helst í høllini til dystirnar hjá Føroyum í vikuskiftinum

Sí eisini: 
Nýggi venjarin: - Als ikki vónbrotnir av føroyskum hondbólti
Myndir: Nýggju venjararnir kunngjørdu sín fyrsta hóp
Selja ikki fleiri atgongumerki orsakað av almennu tilmælunum

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(Italia - Luksemborg)


Rættað kl. 08.24, 13/1




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder