Heili 72 mál komu í Høllini á Hálsi í gjár. Føroyar undirhildu teir umleið 1.800 áskoðarnar við flottum, skjótum og tryggum spæli, umframt góðum kontramálum. Spælarar og venjarar hjá Føroyum høvdu tó verið væl nøgdir við, at færri mál koma í venjingardystinum í kvøld.
Í øllum førum er eitt betri verjuavrik eitt av høvuðspunktunum til seinnu uppgerðina. Belgia hevur eitt gott lið men er ikki millum tey ovaru í Evropa. Tí skal føroyska liðið helst ikki lata yvir 30 mál inn móti Belgia tvær ferðir í vikuni áðrenn EM-endaspælið, har mótsstøðuliðini eru væl sterkari. Hetta var eisini nakað, ið føroysku umboðini vístu á í samrøðunum eftir 41-31 dystin í gjár.
Sí eisini:
Pauli Jacobsen: - Skulu helst undir 25 mál í morgin
Rói Berg Hansen: Fái nakrar góðar bóltar - skal bara skora
Peter Bredsdorff-Larsen: Avrika á væl hægri stigi enn Belgia
Pætur Mikkjalsson: - Eru ógvuliga glaðir fyri stuðulin vit fáa
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Spæla ikki okkara besta dyst í dag
Les eisini: Tryggur føroyskur 10-máls sigur á Hálsi í kvøld
Pauli Jacobsen stóð heilt væl fyrstu tjúgu minuttirnar og hevði samanlagt 16 bjargingar. Tó var verjuparturin ikki so góður, sum ynskt var (Mynd: Sverri Egholm)
Tað snýr seg millum annað um at finna røttu hæddina mitt fyri í verjuni. Føroyska liðið hevði ikki fyrireika seg beinleiðis uppá Belgia til dystin í gjár. Heldur varð hann spældur meira, sum var tað ímóti Slovenia, ið er fyrsta mótsstøðuliðið í Berlin (hósdagin) Eisini hugsavnaðu føroyingarnar seg meira um egið spæl, og soleiðis verður helst í kvøld. Tó verður helst ymiskt stilla nakað inn eftir, hvussu Belgia spælir.
Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn fara eisini at royna ymiskt, og tað er millum annað at snikka álopskendu 5-1 verjuna væl saman og fáa 7 ímóti 6, yvirtalssálopið, at eydnast.
Vit fara eisini at síggja ein "nýggjan mann" í kvøld. Óli Mittún hevur verið darvaður av fótliðnum, síðani hann beklaði í dysti fyri Sävehof. Eftir nógva tíð á súkklu seinastu dagarnar, og tíð at lekja nakað, er 18-ára gamli hoyvíkingurin nú til reiðar at spæla eitt sindur. Óli spældi ikki í gjár men kemur inn í 18-mans hópin til hendan dystin ístaðin fyri Allan Norðberg. Harvið er lagt upp til, at Hákun West av Teigum í dag spælir fullan dyst á høgra vongi.
Hákun West av Teigum skoraði heili sjey mál í fyrra hálvleiki av høgra vongi. Hann spældi 30 minuttir - í kvøld spælir 21-ára gamli hoyvíkingurin helst 60 minuttir, tí Allan Norðberg ikki verður í hópinum (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún og Peter Krogh hava havt á súkkluprogrammi vegna skaðar í fótliðnum. Í gjár spældi Peter eina løtu - í dag verður Óli eisini á dómaraseðlanum (Mynd: Sverri Egholm)
Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.30. Tað er aftur útselt, og harvið vera beint undir 2.000 føroyingar í Høllini á Hálsi, sum fara at stuðla og samstundis ynskja EM-hópinum góða eydnu til Em. Dysturin kann síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.
Vit hava beinleiðis dagføring á portal.fo. Eisini myndir og ymiskar samrøður úr høllini á Hálsi.
Venjingardystir undan EM - høllin á Hálsi
Í kvøld, leygarkvøldið 6. januar
19.30: Føroyar - Belgia
--
Spælari: Óli Mittún
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald