Hondbóltur

Óli spælir ikki í kvøld

Stjørnuskotið úr Sävehof hevur fyri tað mesta súkklað hesa vikuna. Ansað verður framvegis eftir fótliðinum. Peter Krogh verður á listanum, eins og hinir í EM-hópinum.

Óli Mittún súkklaði við fullari ferð í Klaksvík mikudagin. Tað gjørdi Peter Krogh eisini - tann eldri spælir møguliga eina løtu í kvøld, men tað ger tann yngri ikki (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún súkklaði við fullari ferð í Klaksvík mikudagin. Tað gjørdi Peter Krogh eisini - tann eldri spælir møguliga eina løtu í kvøld, men tað ger tann yngri ikki (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-05 15:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld skulu Føroyar royna seg í fyrireikingardysti móti Belgia. Hetta er tann fyrri av tveimum venjingardystum, sum Føroyar skulu spæla í Høllini á Hálsi áðrenn fráferð til Berlin.

Les eisini: Í kvøld verður fyrsta trýstroyndin

Tveir spælarar hava vant lítið saman við hinum í vikuni. Bæði tann elsti og tann yngsti í hópinum hava verið darvaðir av skaða í fótliðnum. Óli Mittún og Peter Krogh beklaðu í dystum fyri síni feløg - ávíkavist beint eftir og beint fyri jól.

Tað er nú greitt, at Óli ikki er í nóg góðum standi til at spæla í kvøld. Hondbóltssambandið váttar fyri Portalinum, at hann ikki verður á dómaraseðlanum til dystin í kvøld. Man ansar væl eftir 18-ára gamla hoyvíkinginum, nú EM-endaspælið nærkast.

Stjørnuskotið úr Sävehof hevur fyri tað mesta súkkla hesa vikuna. Hetta er so, at hann framhaldandi verjir fótliðið so nógv sum gjørligt, samstundis sum puslurin kemur so langt upp, samsvarandi við teir sum venja úti á gólvinum. 

[object Object]Óli Mittún fer at sita á áskoðaraplássinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Óli Mittún og Peter Krogh á súkklunum í Høllini á Hálsi týsdagin. Teir skulu verða 100 prosent til reiðar til næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Krogh er kanska komin nakað longri í sínari uppvenjing, og vandi hann eitt sindur hondbólt í gjár. Royndi verjuserfrøðingurin skal ikki nýta fótskifti á sama hátt sum Óli í spæli sínum, og hann er í øllum førum á dómaraseðlanum í kvøld. Tað er tó helst meira sannlíkt, at Peter spælir eitt sindur í morgin fyri at fáa dystarrútmu.

Annars eru hinir 17 í endaliga EM-hópinum púra frískir. Venjararnir fara helst at blanda kortini nakað ymiskt hesar báðar dagarnar. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.30. Útselt er á Hálsi - Kringvarpið vísir dystin.

Hópurin til dystin móti Belgia í kvøld:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Samanlagt 18 spælarar á dómaraseðlanum - 16 leikarar vera við til hvønn dyst í Berlin.

Portalurin verður á staðnum við fullari manning. Vit fara at hava beinleiðis dagføringar, samrøður, myndir og annað.

Venjingardystir undan EM - høllin á Hálsi
Í kvøld, fríggjakvøldið 5. januar
19.30: Føroyar - Belgia 


Les eisini: Upphiting í Berlin og heimasíða til føroyingar


--



Spælari: Óli Mittún

Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð")

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder