Fótbóltur

Fantastisk tíð í Týsklandi: Má hugsa meg um áðrenn eg fari víðari

Jóan Símun Edmundsson, sum hevur takkað fyri seg í Aminia Bielefeld, leitar nú eftir nýggjum felagi. Landsliðsleikarin fer at hugsa seg væl um áðrenn næsta stig verður tikið, sigur hann. Í kvøld bíðar íslendsk mótstøða við landsliðnum.

Jóan Símun Edmundsson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-04 17:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið greitt í eina tíð, men í vikuni varð kunngjørt at Jóan Símun Edmundsson ikki heldur fram í týska Aminia Bielefeld, sum spælir í Bundesliguni.

Les eisini: Jóan Símun takkar fyri seg í Bielefeld

Hann er við á landsliðnum, sum í kvøld og mánakvøldið spælir móti ávikavist Íslandi og Liktenstein. Jóan Símun greiðir frá, at tað gongur helst ein tíð áðrenn nakað hendir víðari.

- Eg veit ikki hvat skal henda nú. Fyrst og fremst er fokus á at gera tað so gott sum eg kann hesa vikuna við landsliðnum. Tað fer helst at ganga ein tíð áðrenn eg finni eitt nýtt felag. Eg føli á mær, at eg má hugsa meg væl um áðrenn eg taki næsta fet víðari á leiðini, sigur Jóan Símun Edmundsson við Portalin.

Vit prátaðu við 29 ára gamla toftamannin í samband við venjingina hjá landsliðnum í gjár fram ímóti venjingardystinum móti Íslandi. Hann letur væl at tíðini í Týsklandi.

- Tað hevur verið ein fantastisk tíð. Eg havi verið har í trý ár, og tað er longri enn eg havi verið í nøkrum øðrum felagi í mínari yrkisleið sum vaksin.

- Og eg haldi serliga tað, at man kom til eitt felag sum lá í miðjuni í næstbestu deildini, og nú tá eg fari, eydnaðist eisini at yvirliva í bestu deildini, Bundesliguni. So tað hevur verið super og stuttligt. Nógvar upplivingar eg havi fingið har, sigur Jóan Símun Edmundsson.

[object Object]Jóan Símun Edmundsson við bóltinum til venjing í gjár (Mynd; Bjarni Enghamar)

Nú hyggur Jóan Símun Edmundsson fram ímóti dystinum móti Íslandi, sum verður í kvøld á Tórsvølli klokkan 19:45.

- Tað er altíð fantastiskt at umboða landsliðið og vera við óansæð hvussu tað er samansett. Tað verður meira og meira proffesionelt, og vit hava nógvar nýggjar mans við, so tað er ein spennandi tíð fyri framman. Nú skulu vit til at fáa nøkur betri úrslit og fáa Føroya fólk við aftur, tí tað hava vit veruliga brúk fyri.

- Vit vilja gjarna samanberast við Ísland, og nú fáa vit møguleikan at gera tað, segði Jóan Símun Edmundsson at enda

Les eisini: Nummar fjúrtan móti Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder