Tíðliga seinnapartin í dag vandi hann saman við liðfeløgunum á landsliðnum í Gundadali - í dag hevur felag hansara seinastu trý árini sagt farvæl við hann á
"Í trý ár var Jóan Símun Edmundsson ein umráðandi partur av liði, felagi og viðgongd okkara. Tá "Eddy" kom til felagið lá tað mitt í næstbestu deildini - tá sympatiski føroyingurin í summar fer úr felagnum er tað sum Bundesliga leikari. Hann er gløggur, niðri á jørðini og er "behagiligur", og harvið yvirvann hann skjótt hjørtu okkara. Málið hjá Eddy í 1-0 sigrinum á Köln í fjør er ógloymandi. Tað var tað fyrsta Bundesliga-málið og tann fyrsti Bundesliga-sigurin hjá okkum í meira enn ellivu ár og tann einasti heimadysturin í ár við áskoðarum. Farvæl Eddyy - tú ert altíð ein vælkomin gestur her"
Soleiðis skrivar DSC Arminia Bielefeld á almennu Facebook-síðu sínari í kvøld. Málið sipað verður til, varð skorað í 71. minutti í dystinum 26. september, tá innskifti Jóan Símun Edmundsson gjørdist søguligur: Fyrsti føroyingurin sum hevur skorað í Bundesliguni. Hetta var samstundis fyrsti dystur hansara í krútsterku kappingini.
Sí eisini:
Jóan Símun matchvinnari í sínum fyrsta Bundesliga-dysti
Video: Søguliga málið hjá Jóan Símuni
Eftir hetta spældi Jóan Símun so at siga ikki aftur. Skaðar og sambandi við venjaran løgdu meinbogar, og næsta kappingarár verður 29-ára gamli toftamaðurin at síggja í einum øðrum felagi.
Jóan Símun fagnaður eftir søguliga málið
Beint nú hevur landsliðið høvuðsfokus (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hvar tað verður er ógreitt. Nú hevur Jóan Símun Edmundsson tveir venjingardystir fyri framman við landsliðnum á Tórsvølli - fríggjakvøldið móti Íslandi og mánakvøldið móti Liktinstein.
Álopskendi leikarin spældi 51 dystir og skoraði 10 mál fyri Bielefeld. Eddy hevur í kvøld hesi boðini á síðuni hjá felagnum á Facebook:
- Eg vil gjarna siga mangar ferðir takk fyri tykkara treytaleysta stuðul gjøgnum tey síðstu árini. Tað var ein heiður at vera partur av felagnum seinastu trý árini. Tíðin í felagnum var tann longsta í sama felagi á yrkisleið mínari. Tað vóru nakir perónsligir niðurtúrar, afturat teimum mongu upptúrunum, men tað var fantastiskt at vera partur av DSC
Fótbóltur
Jóan Símun takkar fyri seg í Bielefeld
29-ára gamli toftamaðurin hevur verið í felagnum seinastu trý kappingarárini. Hann hevur spælt 51 dystir og skorað 10 mál - harav eitt í Bundesliguni..
2021-06-02 22:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald