Fótbóltur

Nummar fjúrtan móti Íslandi

Dysturin í kvøld verður tann fjúrtandi altjóða skrásetti A-landsdystin móti íslendingum, og dystur nummar fjúrtan yvirhøvur á heimavølli móti Íslandi. Ísland er landið, ið føroyska A-landsliðið við monnum samanlagt hevur spælt oftast ímóti. Tað er ongantíð eydnast at basa íslendingum á heimavølli.

Arnar Viðarsson tosar við leikararnar til venjingina á Tórsvølli í gjár. Um venjarin hevur mint leikarar sínar á, at Ísland ongantíð hevur tapt í Føroyum áður er óvist. Navnframi Eiður Guðjónsson er nú hjálparvenjari og sæst uttast til vinstru  (Mynd: Sverri Egholm)

Arnar Viðarsson tosar við leikararnar til venjingina á Tórsvølli í gjár. Um venjarin hevur mint leikarar sínar á, at Ísland ongantíð hevur tapt í Føroyum áður er óvist. Navnframi Eiður Guðjónsson er nú hjálparvenjari og sæst uttast til vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-04 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Ísland hava á ymsan hátt sterk søgulig bond. Fótbóltur er einki undantak - heldur er tað eitt av góðu dømunum uppá hesi bondini. Fyrsti landsdystur hjá íslendska manslandsliðnum í fótbólt yvirhøvur var ímóti júst Føroyum. Tað var á ólavsøku í 1930, ið serliga er kend fyri flaggstríðið. Ísland vann 1-0 í Gundadali.

Ísland er landið, sum Føroyar hava spælt flestar landsdystir ímóti. Ísland er eisini tað landsliðið, ið Føroyar hava spælt flestar A-landsdystir ímóti síðani UEFA- limaskapurin í 1988 kom til høldar

Dysturin í kvøld verður tann fyrsti í næstan átta ár landanna millum. Tað verður fjúrtandi altjóða skrásetti A-landsdystin móti íslendingum - síðani UEFA-limaskapinum - og dystur nummar fjúrtan yvirhøvur á heimavølli móti Íslandi. Føroyar hava ongantíð bast íslendingum á heimavølli

Dystirnir higartil móti Íslandi á heimavølli

1930 Føroyar-Ísland 0-1
1959 Føroyar-Ísland 2-5 (B-landslið hjá íslendingum)
1964 Føroyar-Ísland 1-3 (B-landslið hjá íslendingum)
1968 Føroyar-Ísland 0-3 (B-landslið hjá íslendingum)
1973 Føroyar-Ísland 0-4
1974 Føroyar-Ísland 2-3
1976 Føroyar-Ísland 1-6
1982 Føroyar-Ísland 1-4
1982 Føroyar-Ísland 0-4
1984 Føroyar-Ísland 0-0
1990 Føroyar-Ísland 2-3
1999 Føroyar-Ísland 0-1
2003 Føroyar-Ísland 1-2 (EM-undankapping)

Suni Merkistein hevur kavað í søguna hjá Føroyum og Íslandi í fótbóltshøpi við serligum atliti at heimadystinum. Umframt yvirlitið, sum sæst omanfyri, er ein samanumtøka av dystunum og tíðarlýsingar í grein á heimasíðu Kringvarpsins. Eisini hevur Suni Merkistein umrøtt nógv av søguliga sambandinum við Ísland í fyrsta parti av frálíku heimildarrøðini um føroyska fótbóltssøgu Vit Herja á!

Í yvirlitinum yvir heimadystir landanna millum sæst, at einastu ferð Føroyar ikki hava tapt á heimavølli fyri Íslandi var fyri 37 árum síðani, tá spælt varð í Gundadali.

- Dysturin var tann fyrsti í serstakari trílandakapping millum Føroyar, Ísland og Grønland í Føroyum henda august mánaðin. Hetta var onnur kappingin av hesum slagi; fyrsta royndin var í Íslandi í 1980. Hóast allar grundir vóru til at frøast um javnleikin, so dylist tað kortini ikki, at íslendingar høvdu ikki allar sínar bestu spælarar við í kappingini. Íslendska manningin mundi heldur vera ein blendingur av einum B- og unglingalandsliði. Eingin av íslendsku yrkisspælarunum vóru við í Føroyum, skrivar Suni Merkistein

[object Object]
Einasta føroyska manningin, ið hevur megnað at spælt javnleik móti Íslandi í Føroyum - hetta var í 1984 (Mynd: Kringvarp Føroya)

[object Object]
Eiður Smæri Gujónsson hevur síðani desember verið hjálparvenjari hjá Íslandi. Fyrrverandi áleyparin skoraði. seinast Ísland vitjaði í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Teir tríggir dystirnir á føroyskari jørð síðani hava verið javnir. Minniligi 2-3 dysturin í 1990 varð leiktur frammanfyri 5.300 áskoðarum í Gundadali og talan var um uppakt til fyrsta undankappingardystin í Landskrona. Føroyska liðið spældi væl - tað gjørdu Føroyar eisini níggju ár seinni, tá venjingardystur aftur var í Føroyum. Hesaferð var tað á nýggja Tórsvølli, men úrslitið var tað sama: Ein tepur sigur til útiliðið. Síðani hevur Ísland ikki vitjað her í samband við venjingardyst, men í august 2003 vann Ísland aftur við einum máli, tá liðini spældi undankappingardyst í Føroyum á fyrsta sinni. Rógvi Jacobsen skoraði, men eins og í Reykjavík tveir mánaðir frammanundan var tað ikki nóg mikið. Nú, næstan 18 ár seinni, hittast føroysk og íslendsku A-landsliðini hjá monnum aftur í Føroyum.

Heimasíðan hjá FSF skrivar, at av teimum 13 altjóða A-landsdystunum millum Føroyar og Ísland, ið higartil eru spældir – her er talan um venjingardystir og EM-undankappingardystir frá 1988 til 2013 – hava íslendingar vunnið 12, meðan Føroyar hava vunnið ein dyst.

Einasti sigurin hjá Føroyum higartil kom í hús tann 22. mars í 2009, tá Heðin Aksham fyribils stóð á odda fyri føroyska liðnum. Føroyar vunnu 2-1 í Kórinn-høllini í Kópavági. Fróði Benjaminsen skoraði til 1-0, tá 20 minuttir vóru spældir, og stutt fyri hálvleiki gjørdi heimaliðið sjálvmál. Ísland minkaði um munin stutt fyri leiklok, men tað var ov seint, og ein søguligur føroyskur sigur varð veruleiki.

Í kvøld hevur liðið hjá Håkani Ericson møguleika at skriva søgu á Tórsvølli, nú londini endliga hittast aftur. Íslendski liðformaðurin, Aron Gunnarsson, segði á tíðindafundinum í gjár, at íslendsku leikararnir merktu føroyska stuðulin til endaspølini, og at tað er nakað serligt at spæla móti Føroyum. Venjarin, Arnar Viðarsson, segði tó, at tað vinarliga huglagið tó ikki verður at síggja á vøllinum í kvøld. Ísland hevur áður vunnið 10 og 9-0 á føroyingum, og hóast munurin als ikki er so stórur nú, so verður talan um stóra uppgávu hjá Føroyum. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 - tíverri uttan áskoðarar.

Les eisini: 
Heldur eingir áskoðarar á Tórsvølli
Sonn Ragnar verður helst ikki tøkur til dystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder