91 mál hvør í níggju dystum og ávíkavst 23 og 25 mál niður til nummar tvey - Vuk Stevanovic (Team Klaksvík) og Súnu Krossteig Hansen (Kyndil)
Tað er eigin ivi um, hvør er ávíkavist málkongur og máldrotning í bestu føroysku deildunum í løtuni. Filip Jojic og Turið Arge Samuelsen liggja á beint yvir tíggju málum í miðal. Hetta framgongur á hagtølunum, ið Ásbjørn Nielsson Nattestad dagførdi eftir dystirnar í vikuskiftinum, og sum trok.fo kunngjørdi.
Filip hevur skorað 16 mál uppá brotskast í ár - hann er heilt vanur við at vera á odda á toppskjúttalistanum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinstri bakkurin hjá VÍF, ið er føddur í Bosnia, men sum eftir tíggju ár í Føroyum tosar málið so at siga heilt flótandi, er útbúgvin sum skipsatstøðingur og spælir við føroyska landsliðnum, er so at siga altíð ovast á hesum listanum. Turið Arge Samuelsen er eisini at síggja í bakketuni nú, og hevur í ár millum annað megnað at skora tjúgu ferðir í einum og sama dyst.
Mál skotin - brotskøst
Topp-16 hjá kvinnum; tær sum hava skotið 30 ella fleiri mál (Mynd: trok.fo)
Topp-16 hjá monnum; teir sum hava skotið 30 ella fleiri mál (Mynd: trok.fo)
Tað skal takast við fyrivarni, at VÍF-menninir og Kyndilskvinnurnar hava leikt fleiri dystir enn liðini í oddinum. Hetta ávirkar sjálvandi møguleikan hjá uppløgdum kappingarneytum í løtuni. Til dømis hevur H71 bert spælt seks dystir í báðum deildunum, og hjá kvinnum liggur Jana Mittún á átta málum í miðal (48 fyri seks dystir). Hjá monnum hevur ein "av høgu harrunum" Hans Eli Sigurbjørnsson sjey mál í miðal - 49 mál eftir sjey dystir.
Hagtøl fyri brotsskøst og útvísingar síggjast eisini á trok.fo.
Í annaðkvøld spæla Team Klaksvík og H71 í Klaksvík - sí yvirlit yvir støðu og dystir í Burn-deildini her. Sí yvirlit yvir støðu og dystir í SMS-deildini her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald