Annað

Flogbóltur: Dreingirnir hava tað trupult

U17 Nevza-kappingin: Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum tapti móti Danmark í dag. Í morgin spæla teir móti Ongland og Noregi.

Bjarni Joensen var besti leikari

Bjarni Joensen var besti leikari

2019-10-15 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroysku U17-dreingirnir hava havt tað trupult í Nevza-kappingini í Ikast.

Higartil hava teir tapt allar sínar dystir.

Í gjár spældu teir móti Íslandi og Svøríki.

Dysturin í gjár móti Svøríki var góður, men hóast tað bleiv tað ein ósigur til Føroyar. Í dag tóku føroysku dreingirnir ímóti Danmark, og megnaðu teir ongantíð at hótta danska liðið.

Viðhvørt má mann bara staðfesta, at mótstøðan er ov sterk, og at hitt liðið var betri, og tað var støðan í dag.

Seinastu innleiðandi dystirnar verða í morgin.

Fyrsti dysturin er móti Onglandi klokkan 10, og síðsti dysturin er móti Noregi klokkan 18.

Í dystinum móti Danmark gjørdist 15 ára gamli Bjarni Joensen úr Sí besti leikari hjá føroyingunum. Bjarni gjørdist eisini besti leikari í dystinum móti Íslandi í gjár.

Úrslit:

Danmark – Føroyar 3-0 (25-16, 25-12, 25-10)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder