Fótbóltur

FM1 sendir beinleiðis úr Kroatia í kvøld

Klokkan 17 spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í ár. Talan er um venjingardyst móti Kasakstan í Kroatia, og sent verður frá klokkan 16.15.

- Í ein ávisan mun fara vit at royna ymiskt, men vit skulu spæla hann

- Í ein ávisan mun fara vit at royna ymiskt, men vit skulu spæla hann "ordiligt": Við hugsavnan og vera trúgvir móti okkara konsepti, staðfestir Eyðun Klakstein fyri FM1 og Portalinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-18 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar skulu royna at enda flotta árið væl, og samstundis er hetta ein góður møguleiki hjá fleiri spælarum at royna seg.

Eyðun Klakstein segði í samrøðu við Rúna á Reynatrøð, at umleið helvtin av liðnum - eini fimm spælarar - verður skift út, í mun til HM-undankappingardystin fríggjakvøldið.

Sí eisini: Manslandsliðið setti øll jaligu málmetini í HM-undankappingini

- Í ein ávisan mun fara vit at royna ymiskt, men vit skulu spæla hann "ordiligt": Við hugsavnan og vera trúgvir móti okkara konsepti.

Dysturin verður spældur í Pula, har FSF hevur leigað leikvøllin til høvið.

Kasakstan fekk átta stig og endaði nummar fýra í sínari undankappingarbólki og endaði leygardagin við javnleiki móti sterka Belgia. Liðið er tólv pláss frammanfyri Føroyar á FIFA-styrkislistanum

Londini hittust í undankappingini til HM 2014. Tá vann Kasakstan 2-1 á heimavølli, og tað endaði við 1-1 javnleiki á Tórsvølli.

Andrias Edmundsson er farin úr hópinum og er avloystur av Poul Kallsberg úr Hillerød.

Poul er 24. maður í hópinum

Føroyar og Kasakstan spæla klokkan 17 føroyska tíð. FM1 sigur frá á dystinum við upptakt frá klokkan 16.15, og ymiskt tilfar verður eisini at síggja á Portalinum seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder