Fótbóltur

Frakland favoritur at koma í aðru finaluna á rað

Heimsmeistararnir skulu spæla móti einum fyrrverandi hjálandi í hálvfinaluni í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.

2022-12-14 17:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tí seinastu seks HM-endaspølunum hevur Frakland verið í trimum finalum - tað vil siga helminginum. Tvær ferðir er tað eydnast fraklendingum at lyfta stóra steypið: Á heimavølli í 1998 og aftur tjúgu ár seinni við finalusigri á Kroatia í Russland.

Argentina sló Kroatia út við sannførandi sigri í gjár, og harvið er greitt, at Frakland skal basa Messi og liðfeløgunum, um steypið skal endurvinnast. Fyrst bíðar tó ein vandamikil, møguligur snávingarsteinur í kvøld.

Marokko hevur felt Belgia, Portugal og Spania, og bíðar ein uppgerð millum tvey lond, ið hava serlig søgulig bond. Marokko var hjáland hjá Fraklandi fram til 1956, og millum aðrar er venjarin hjá Marokko, Walid Regragui, føddur í Fraklandi. Hann er tann fyrsti afrikanski venjarin, sum er komin í fjórðingsfinalurnar, og Marokko er fyrsta afrikanska liðið nakrantíð í hálvfinalunum.

Les eisini: Søguligur dagur fyri Marokko og afrikanskan fótbólt

Í kvøld er tað Regragui móti Didier Deschamps, ið var liðformaður tá Frakland vann í 1998 og venjari í 2018. Tá tað gjørdist greitt, at millum annað N'Golo Kanté, Paul Pogba og Karim Benzema ikki vóru tøkir vegna skaða, vórðu nøkur spurnartekin sett við fronsku finaluvánirnar, og Deschamps hevur verið noyddir at funnið ørvísi loysnir á miðvøllinum.

Hetta hevur eydnast væl - serliga við Antoine Griezmann eitt sindur longri afturi enn vanligt - og í kvøld skal Frakland royna at stríða og spæla seg ígjøgnum sterku skipanini hjá Marokko. Frakland spældi ikki nakran frámúr dysti móti Onglandi í fjórðingsfinaluni men gjørdi nóg mikið til at vinna.

HM-fjórðingsfinalur 

Í dag, mikudagin 14.12
19.00: Frakland - Marokko (KVF/TV2)

Í gjár, týsdagin 13.12:
Argentina - Kroatia 3-0 (2-0)
34' Lionel Messi (br.) 1-0
39' Julian Alvarez 2-0
69' Lionel Messi 3-0


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder