Annað

Fyrstu FM-bóltarnir verða servaðir um eina tíma

Til ber at stroyma finalurnar SÍ - Dráttur, klokkan 15, og ÍF - Mjølnir, klokkan 18, á kvf.fo.

SÍ vann steypakappingina í februar - nú snýr tað seg um greipuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

SÍ vann steypakappingina í februar - nú snýr tað seg um greipuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-01 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskaaftan, leygardagin, verður greitt hvørji lið eru føroyameistarar hjá teimum vaksnu í flogbólti. 

Hjá kvinnum stendur slagið millum vágafeløgini. SÍ og Dráttur hittust í steypafinaluni, har sørvágskvinnur høvdu yvirtakið eftir fimm sett. SÍ hevur eisini verið sterkast í meistaradeildini, men Dráttur vann 3-2, tá liðini hittust á Giljanesi 13. mars. Harvið er lagt upp til sera spennandi finalur, harav tann fyrra byrjar klokkan 15.

Les eisini: 
Tað fær illa verið meira spennandi
Mest vinnandi feløgini í føroyskum mansflogbólti skulu spæla FM-finalu

Hjá monnum er talan eisini um eina endurtøku av steypafinaluni, ið endaði 3-2, og tað er nógv ið bendir á, at tað fer at vera tætt í dag og leygardagin. Mjølnir fekk flest stig í grundspælinum, men ÍF vann tveir innanhýsis dystir, umframt steypafinaluni. Mest vinnandi feløgini í føroyskum mansflogbólti spæla fyrru finaluna í kvøld klokkan 18. 

Kringvarpið stroymir báðar finalurnar á heimasíðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder