Thorvald Danielsen, Klaksvík
06.08.86
Flogbólt (Mjølnir/Føroyar)
1. Hvat er tað, sum er serliga gott við tí ítrottargreinini, ið tú íðkar?
- Eitt, sum mær dámar væl við flogbólti er, at tað er ein álopssinnað ítróttargrein. Tað skal skiljast soleiðis, at tað er neyðugt at leypa á fyri at vinna og tað er ikki møguligt at spæla javnt. Somuleiðis eru nógv stig at spæla um.
2. Hvørja ítrottargrein hevði tú gjørt, um tú ikki íðkaði flogbólt?
- Mær hevur altíð dámt væl fótbólt og spæli innandura fórbólt. So um eg ikki hevði spælt flogbólt, hevði eg nokk spælt fótbólt.
3. Størsta løtan hjá tær sum ítrottarfólk?
- Tað eru nógvar góðar løtur at velja í millum. At gerast ársins leikari í 2017/2018 var ein stórur heiður. Men tann stórsta løtan var at vinna greipuna seinasta kappingarár - eftir at hava bíðað í 15 ár!
4. 4. Hvussu nógv fyllur ítrotturin á jólum?
- Flogbólturin er ein vetrarítróttur og fyllur tí eisini nógv á jólum. Vit spæla dyst 22.desembur og 4.januar. Jóladagarnir fara tí við bæði flogbóltsvenjing og serliga styrkivenjing, nú vit hava dystarpausu.
5. Hvussu heldur tú annars jól?
- Jólini í ár vera heilt serlig, tí hetta eru fyrstu jólini sum pápi. Jólini vera annars hildin saman við familjuni, har í dentur verður lagdur á hugna og nærveru. Eitt sindur av tíð fer, sum sagt, til flogbólt.
Sí eisini:
Sissal heldur føroysk og donsk jól
Kjartan Johansen: Brúki nógva tíð uppá hondbólt um jólini
Bára Krossteig Hansen: - Kanska eg renni ein eyka túr eftir allar jóladøgurðarnar og karamellurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald