
Fyrrapartin gjørdist greitt, at Atletico Guardés, sum í løtuni liggur á 7. plássið í bestu sponsku deildini, er næsta mótstøðuliðið hjá H71 í Europea Cup.
Les eisini: H71 skal til Spania
Spanska liðið vann sannførandi á einum niðurlendskum liði seinasta umfar, og hetta verður helst talan um eina heilt stóra uppgávu hjá H71.
Á pappírinum stendur H71 at hava heimavøll fyrst, 7. ella 8. januar. Á Facebook-síðuni hjá felagnum skrivar H71, at felagið nú fer nú undir samráðingar um at fáa báðar dystirnar spældar sama stað - helst báðar á heimavølli.
Hetta verður javnan gjørt í hesum kappingunum - millum annað av praktiskum og fíggjarligum viðurskiftium. Júst nær áttandapartsfinalurnar millum føroyameistaran og Atletico Guardés verða spældir er ikki endaliga greitt enn. Hetta verður avgjørt í samráð við mótstøðuliðið, skrivar H71 - tað verður tó í fyrra helmingi av januar.
Báðar 1/32-finalurnar hjá H71 móti Slavia Praha vóru í Høllini á Hálsi. Hetta var síðsta vikuskifti - bæði høvuðsvenjari og toppskjútti nevndi í samrøðu við Portalin eftir fimm-máls sigurin í seinna dystinum, at heimavøllurin hevði stóran týdning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald