Atletico Guardés verður mótsstøðuliðið hjá H71-kvinnum í áttandapartfinaluni í European Cup.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya fyrrapartin, ið víðari skrivar soleiðis um spanska liðið.
- Talan er um sterka mótsstøðu og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 7. Liðið var spanskur meistari í 2017.
Liðið er úr býnum A Guarda, sum liggur í landslutinum Galisia, við vesturstrondina í Spania, við markið til Portugal.
(Mynd: Sverri Egholm)
Spælast skal á heimavølli og á útivølli - í hesum førum bendir tað ikki á, at báðir dystirnir ikki í sama landi, eins og til dømis tá H71 spældi seg víðari til 1/8-finaluna í høllini á Hálsi móti Slavia Praha.
Greitt er tó ikki enn, júst nær dystirnir verða spældir. Tað er tó ásett av EHF, at heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7. – 15. januar, skrivar hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald