Fyrrapartin í gjár setti danska TV2 Hákun West av Teigum í samband við týska stórfelagið Füche Berlin sum avloysara til Hans Lindberg.
Les eisini: Hákun West av Teigum til Füche Berlin
Í viðtalu við Kringvarpið seinni í gjár segði 20-ára gamli hoyvíkingurin seg hvørki fáa váttað ella avsannað hesi tíðindini - enn.
Í løguni spælir Hákun West av Teigum, sum fór til Danmarkar at spæla hondbólt sum 16-ára gamal, við Skanderborg Aarhus. Liðið liggur á 9. plássið í bestu donsku deildini, sum hevur 14 lið. Orsakað av avrikunum í fjør, er felagið nú á fyrsta sinni við í evropeiskari kapping.
Í play-off umfarinum var danska liðið omaná móti svenska Kristianstad, og í gjárkvøldið spældi Hákun West av Teigum sín fyrsta dyst í evropeiskum bólkaspælið, tá Skanderborg Aarhus vitjaði í Norðurmakedónia. Har gjørdi Hákun veruliga bart. Vongurin skoraði ellivu mál og varð greiður toppskjútti í dystinum, ið útiliðið vann við trimum málum: 27-30.
Harvið lærdu teir hjá Eurofarm Pelister veruliga føroyska landsliðsleikaran at kenna, og hoyvíkingurin hevur ikki gjørt sína framtíðarstøðu verri. Í European League-bólkaspælinum eru 24 lið - fýra bólkar við seks liðum í hvørjum. Í bólki D er millum annað eisini Füche Berlin. Týska liðið vann við ellivu málum á ukrainska Motor, sum 1. november skal spæla ímóti Hákun og Skanderborg Aarhus.
Hondbóltur
Hákun í hopla í evropeiskum elddópi
Føroyski landsliðsvongurin gjørdist toppskjútti við heili ellivu málum, tá Skanderborg Aarhus vann við trimum málum.
Hákun West av Teigum var stóri leikarin í søguliga sigrinum hjá Skanderborg Aarhus í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
2022-10-26 07:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald