Hann var partur av U17-liðnum, sum vann European Open í 2019, hevur spælt U20 EM-endaspæl og í fjør beit hann seg fastan á A-landsliðið, har hann veruliga hevur gjørt vart við seg sum ein tryggur málskjútti.
Høgri vongurin úr Hoyvík hevur seinastu fimm-árini spælt í Danmark og í Skanderborg. Nú eitur liðið Skanderborg-Århus og spælir í bestu donsku deildini. Her fer Hákun West av Teigum at spæla fram til summarið 2023. Tá skiftir føroyski landsliðsleikarin til týska stórfelagið Füche Berlin.
Les eisini: Váttað: Hákun hevur skrivað undir við Füchse Berlin
Nú er eisini greitt, at 20-ára gamli hoyvíkingurin er í uppskoti til stórna heiður. Stóra hondbóltsheimasíðan Handball Planet kjósar hvørt ár bestu hondbóltsleikarar í heiminum, bygt á atkvøður frá millum annað fjepparum. Millum bólkarnir eru bestu ungu leikarar á ymsu flokkunum, og Hákun West av Teigum er ein av teimum fýra, sum spæla á høgra vongi, ið eru í uppskoti.
Millum hinar er 21-ára gamli Walther Chrintz sviin. Hann er EM-gullvinnari, og spælir við júst Füche Berlin. Hinir spæla í bestu sponsku deildini. Nógv stór nøvn eru millum teir tilnenvdu til ymsu plássini. Alex Dujshebaev, Sander Sagosen, Dika Mem og Mathias Gidesl eru millum teir, sum hava vunnið heiðurin sum besti ungi hondbóltsleikari í heiminum seinastu árini.
Til ber at atkvøða fyri Hákuni her - til ber at atkvøða til 1. desember.
Hondbóltur
Hákun millum heimsins bestu ungu leikarar á sínum plássi
20-ára gamli høgri vongurin er ein av fýra, ið til ber at atkvøða fyri sum besti høgri vongur í heiminum, sum er føddur í ár 2000 ella seinni. Heimasíðan Handball Planet stendur fyri atkvøðugreiðsluni, ið koyrir til 1. desember.
Hákun West av Teigum skorar her í dysti móti Týsklandi (Mynd: Sverri Egholm)
2022-11-16 17:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald