HM-endaspælið hjá kvinnum fekk sín enda í Herning í gjárkvøldið, tá Fraklandi basti Noreg í finaluni.
Sí eisini: Frakland knústi norska dreymin um gull
Eftir slíkt endaspæl setur IHF eitt lið fyri kappingina og kjósar besta spælaran (MVP).
Ikki óvæntað fekk Henny Reistad heiðurin sum MVP - mest virðismikla í kappingini. 24-ára gamli norski vinstri bakkurin var frálík gjøgnum kappingina og serliga í hálvfinaluni.
Hon spælir til dagliga við Team Esbjerg og fyri danska landsliðsvenjaran, Jepser Jensen. Reistad søkti Danmark í hálvfinaluni við heili 15 málini. Hon høgdi ferð eftir ferð bóltin í danska málið og skoraði øll norsku málini í longdu leiktíðini. Millum tað avgerandi í síðsta sekundi.
Í finaluni var Henny Reistad rakt av sjúku, og hetta ávirkaði norska spælið.
Ein av liðfeløgunum hjá Reistad - Stine Bredal Oftedal - er á All Star. Allar hinar á liðnum spældu eisini í hálvfinalunum. Frakland er vælumboðað, og sefrøðingar eru ikki samdir í valinum av strikuspælari: Hildið verður at Pauletta Foppa burdi verið við ístaðin fyri svensku Blohm.
All Star-liðið og heiðrarnir fyri HM-endaspælið:
Málverji: Laura Glauser (Frakland)
Høgri vongur: Nathalie Hagman (Svøríki)
Høgri bakkur: Louise Burgaard (Danmark)
Spælskipari (Miðja): Stine Bredal Oftedal (Noreg)
Vinstri bakkur: Estelle Nze Minko (Frakland)
Vinstri vongur: Chloé Valentini (Frakland)
Strikuspælari: Linn Blohm (Svøríki)
Toppskjúttin í endaspælinum var úr Kekkia og besti ungi spælari úr Týskland,
MVP – mest virðismikli spælari: Henny Reistad (Norge)
Toppskjútti: Markéta Jerábková, 63 mál (Kekkia)
Besti ungi spælari: Viola Leuchter (Týskland)
Mynd: IHF
Kelda: tv2.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald