Annað

Her eru allir vinnararnir frá vikuskiftinum

13 steypafinalur í florgbólti vórðu leiktar sunnudagin og leygardagin í Høllini á Hálsi. SÍ streyk avstað við heili átta steypum.

Mansunglingarnir hjá SÍ vunnu eitt av teimum átta steypunum hjá felagnum í vikuskiftinum
(Mynd: FBF)

Mansunglingarnir hjá SÍ vunnu eitt av teimum átta steypunum hjá felagnum í vikuskiftinum (Mynd: FBF)

2019-03-04 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flogbóltsvikuskifti í Stórhøllini á Hálsi eydnaðist væl. 26 lið stríddust fyri steypunum, og tá samanumkom var tað best umboðaða felagið, ið stóð eftir sum vinnari. 

SÍ vann átta útav tíggju finalum, har felagið var umboðað, og tað var hátíðarhildið við stórum pizza-kvøldið í Sørvági í gjár. Mest merkisverdi sigurin hjá sørvingum var spennandi fimm-settarin í kvinnufinaluni.

Har SÍ stóð eftir við silvurheiðursmerkjum, var tað Fleyr ið vann gull. Felagið úr Havn vann trý steyp, og fekk fimm silvurheiðursmerki. Mjølnir vann tað finaluna, har felagið var í, tá mennirnir vunnu steypakappingini fyri fyrstu ferð í 12 ár. ÍF vann eina finalu.

Yvirlit: 

Leygardagur 02.03 

Deild Úrslit Vinnari  Silvur
Gentur 12 2-1 SÍ A Dráttur A
Gentur 14 B 2-0 Fleyr  KÍF 
Meistaradeild menn 3-0 Mjølnir Fleyr
Meistaradeild kvinnur 3-2 Fleyr 
Dreingir 12 2-0 ÍF TB
Mansunglingar 2-0 ÍF


Sunndagin 03.03
 

Deild Úrslit  Vinnari  Silvur
Gentur 14 A 2-0 SÍ  KÍF 
Dreingir 15 2-0 Fleyr
Gentur 16 2-0 Fleyr
Dreingir 17 2-0 Fleyr
Gentur 19 2-0 KÍF
Dreingir 19 2-0 Fleyr
Kvinnuunglingar 2-1 Fleyr

Til ber at síggja myndir av øllum vinnarunum í barna- og ungdómsfinalunum, yvirlit yvir settúrslit og dagsins leikarar á heimasíðuni hjá Flogbóltssambandinum 

Sí eisini: 
Myndir frá kvinnufinaluni - dysturin
Myndir frá kvinnufinaluni - eftir dystin
Myndir frá mansfinaluni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder