Í morgin, leygardagin 17. februar, vera steypafinalurnar hjá teimum vaksnu í høllini á Hálsi.
Eftir átta ungdómsfinalurnar fara kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum inn á sín heimavøll at spæla um steypið. Ársins dómarar í fjør, Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, skulu døma hendan dystin, sum á pappírinum sær ógvuliga spennandi út.
Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen sum áskoðarar í Høllini á Hálsi (Mynd: Sverri Egholm)
Ársins dómarar í fjør dømdu venjingarlandsdyst hjá Føroyum móti Belgia í januar (Mynd: Sverri Egholm)
Til mansfinaluna verða tað royndu Wardum-brøðurnir, ið døma. Tað verður ein stór og spennandi uppgáva fyri Una Wardum og Hannis Wardum.
Leygardagin 17. februar:
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
Dómarar: Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin
Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum
Les eisini:
Tólv hondbóltsfeløg eru í minst einari steypafinalu
Skráin fyri tær 19 Faxe Kondi-finalurnar
Uni Wardum og Hannis Wardum hava eisini fingið heiðurin sum ársins dómarar áður (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald