Heilt stóru finalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum eru síðst á skránni leygardagin, tá tey vaksnu spæla finalur, og nú eru dómarar settir á til hesar dystirnar.
Les eisini: Her er yvirlit yvir finalurnar í vikuskiftinum
Helmingurin av hesum hava dømt steypafinalu hjá teimum vaksnu áður, men ikki saman: Havnarmenninir Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, ið áður hava dømt saman við millum annað Gert Hansen og Bárði Brimvík, hava verið dómarapar í ár. Hóskvøldið dømdu teir fyrr hálvfinaluna millum StÍF og KÍF, og tríggjar dagar seinni í Hoyvík - leygarkvøldið skulu Thomas Juul og Jógvan stýra finaluni millum hoyvíkingar og kollfirðingar.
Thomas Juul fyri nøkrum árum síðani, áðrenn hann tók ein støðg frá døming og síðani vendi aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Daniel Rapa hevur dømt í nógv ár - her saman við Inga Olsen
Fyrrverandi stórspælarin hjá VÍF, Daniel Rapa, hevur dømt í nógv ár. Nú fær hann eina vaksnamannafinalu saman við Jákup Sverra Kass, sum ikki er eins royndur. Teir skulu saman døma Kyndil - H71, sum hittast í kvinnufinaluni annað árið á rað.
Faxe Kondi-finalur
Leygardagin 25. februar
16.30: Kyndil - H71 (Kvinnur) Daniel Rapa og Jákup Sverri Kass
19.30: H71 - KÍF (Menn) Jógvan Andrias Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald