Tvær tær seinnu fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum hjá kvinnum vórðu spældar í gjárkvøldið. Eftir tær er greitt, at tey trý vertslondini - tey trý skandinavisku londini - eru í hálvfinalunum saman við Fraklandi.
Svøríki setti alt uppá pláss fyri steðgin. Týskland skoraði bert seks mál, og munurin var tíggju mál, tá steðgur varð. Hetta var ov nógv hjá Týsklandi at venda, og Svøríki - ið Føroyar eru í bólki saman við í EM-undankappingini - skal dystast við Frakland í Herning í morgin.
Danmark hevur heimavallarfyrimun í hálvfinaluni. Teir seinastu fýra dystirnir í kappingini verða spældir í Boxen, har Danmark hevur spælt allar sínar dystir. Í gjár hevði danska liðið yvirtakið allan vegin har. Montenegro otaði seg nærri seinasta partin av dystinum, men tað varð ongantíð færri enn tvey mál av muni seinastu minuttirnar.
Harvið er lagt upp til stórt norðurlendskt brak millum Noreg og Danmark í morgin klokkan 16.30.
HM-fjórðingsfinalurnar
Í gjár, mikudagin 13. desember
Svøríki - Týskland 27-20 (16-6)
Danmark - Montenegro 26-24 (13-10)
Týsdagin 12. desember
Frakland-Kekkia 33-22 (18-16)
Niðurlond-Noreg 23-30 (11-12)
Les eisini: Noreg og Frakland víðari til halvfinalurnar
Hálvfinalurnar
Í morgin, fríggjadagin 15.12.
16.30: Danmark - Noreg
20.00: Svøríki - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald