Í annaðkvøld skal føroyska Sarah Mahfoud boksa spennandi HM-dyst um heimsmeistaraheitið hjá IBF-boksisamgonguni móti Brenda Carabajal úr Argentina.
HM-dysturin verður boksaður á eini sokallaðari Danish Fight Night stevnu í Frederiksberg-hallerne har fleiri aðrir dystir eisini eru á skránni. Men høvuðsdysturin er HM-dysturin hjá Sarah, sum hevur mammu úr Vestmanna.
Fyrsta stóra avbjóðingin undan dystinum er sokallaða innvigingin, sum verður í dag. Sarah boksar í fjøðurvekt, og tað vil siga, at hon ikki má viga meira enn 57 kilo dagin undan at dysturin verður settur í gongd.
Vanligt er at boksarar vika nakað yvir, og so brúka teir síðstu dagarnar til at koma niður í kampvekt.
Hetta er ikki altíð so lætt. Seinast mátti Sarah lata seg í ein skrelliposa áðrenn hon fór í venjingarhølið og síðan í sauna fyri at koma niður á røttu vekgina. Nú hevur hon meira stýr á vektini, so at tað ikki eru líka nógv kilo, ið skulu sveittast burtur í síðstu løtu.
Tað fortelur hon á einum videobroti, sum Ekstra-Bladet hevur lagt út í dag.
Sí greinina og videobrotini her
Tað er annars Ekstra Bladet, sum hevur rættindini til at senda frá stevnuni í Frederiksberg Hallerne í annaðkvøld, og møguleiki er eisini hjá føroyingum og grønlendingum at síggja dystirnar fyri eitt ávíst gjald
Átta dystir eru á skránni á boksistevnuni, ið byrjar klokkan 18 føroyska tíð. HM-dysturin hjá Sarah Mahfoud er tann áttandi og seinasti á skránni.
Les eisini: Sarah Mahfoud skal boksa um IBF-meistaraheitið
Les eisini: Tungvektari skal hjálpa Sarah at vinna HM-heitið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald