Fótbóltur

Ikki nóg trygt: - Eg varð noyddur at mæla frá at rógva kapp

Hetta sigur Pál Weihe, yvirlækni. Róðrarsambandið fer nú aftur at seta seg í samband við Koronaráðgevingina, ið hevur ilt við finna møgulekar til at mæla til, at ítróttur byrjar aftur undir tryggum umstøðum.

Pál Weihe ásannaði, at tað ikki var møguligt at gera neyðugu átøkini. Nú er tó latið upp fyri, at avgerðin hjá Róðrarsambandi Føroyar verður broytt (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pál Weihe ásannaði, at tað ikki var møguligt at gera neyðugu átøkini. Nú er tó latið upp fyri, at avgerðin hjá Róðrarsambandi Føroyar verður broytt (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-22 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Róðrarsambandinum vóru tey skelkaði, tá tey fingu boðini frá Koronaráðgevingini um, har tað ikki komu nøkur uppskot til tillaging, men har tað  greitt og ítøkiligt stóð, at tað varð mælt frá at rógva í summar.

Les meira: Forkvinnan í RSF: - Noyðast at fylgja greiðu tilráðingunum frá Koronaráðgevingini

Tað var Pál Weihe, yvirlækni og partur av Koronaráðgevingini, sum orðaði skrivið til Róðrarsambandið. Hann sigur í samrøðu við Kringvarpið í dag, at ætlanin var at gera eina vegleiðing við nøkrum átøkum, ið Róðrarsamband Føroya kundi gera, men at tað við heilsufrøðiligum atliti ikki bar til - hann kundi ikki síggja, hvat kundi gerast, fyri at gera tað tryggari at rógva.

Millum annað høvdu handskar og maskur minkað um smittuvandan í bátinum, men tað ber ikki til at útinna hetta í verki, tí so høvdu rógararnir havt alt ov nógvan ampa til at kappast.

- Eg meti ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnir er heilt einfalt ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Eg havi ilt við at síggja møguleikar fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Mín niðurstøða er tí at mæla frá at rógva kapp í ár, sigur Pál Weihe við Kringvarpið. 

Hoyr innslagið her

Í tíðindunum í Kringvarpinum klokkan 16 segði Annika V. Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, at støðan er broytt, eftir greiðu útmeldingina hjá landsmyndugleikunum í gjár. Tí fer Róðrarsambandið at taka málið um kappingarárið 2020 uppaftur.

Hvør er myndugleikin?

Hvørjum skal ein lurta eftir? Landsmyndugleikunum ella heilsumyndugleikunum/heilsufakligu ráðgevingini? Tað er ein spurningur, ið serliga verður settur innan ítróttin í hesum døgum. 8. apríl boðaði løgmaður frá, at ítrottarkappingar kunnu byrja aftur 9. mai, og í gjár váttaðu bæði Jenis av Rana (fyri ÍSF) og Bárður á Steig á Nielsen (í Degi & Viku), at politiski viljin framvegis er, at ítrótturin skal byrja aftur, og at koronaráðgevingin er til fyri at hjálpa.

Hetta hevur nú fingið Róðrarsambandið at umhugsa støðuna. Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í ÍSF, vísti eisini á Degi & Viku í gjár á, at tað sum mentamálaráðharrin hevði sagt á fundi, lat upp fyri einum nýggjum møguleika fyri Róðrarsambandið.

Les eisini:
- Landsmyndugleikarnir halda fast: Ítrótturin kann byrja aftur
Fótbólturin er farin í gongd aftur

Koronaráðgevingin varð sett í gongd fyri at hjálpa ymiskum partum av samfelagnum í gongd aftur. Tað hevur tó víst seg at verið so at siga ógjørligt, at útfrá heilsufrøðiligum atliti í verandi støðu, at gera nógv annað enn at mæla frá at ítróttur byrjar aftur og vísa til smittuvandan.

Les eisini: Kundu byrja hondbóltin - men burdu ikki

Pál Weihe vísir á, at Koronaráðgevingini ikki avlýsir nakað, men at har er avgjørt ein ávísur kunnleiki.

- Eg eri hóast alt yvirlækni í umhvørvismedisini og professari í fólkaheilsu, so eg havi tann formella kunnleikan til at svara, segði Pál Weihe við Kringvarpið fyrr í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder